Skip to main content

Einki at síggja...


Ein granni lokkaði meg til Kirkjubøar, tí har hevði hann í gjár sæð ikki færri enn einogtjúgu tjøldur á bønum. Ikki hissini várboð longu hálvan februar. Í døgurðatímanum varnaðist eg ein bláan himnablett millum svørtu skýggini. Drønaði heim eftir myndatólinum at avmynda tjøldrini, sum eg hugsaði enn mundu vera í Kirkjubø. Men gakk. Har var einki at síggja uttan skadda, uppgangur og malargrót.


Brimið dunar inn móti kirkjugarðinum og bleiktrandi himinljósið yvir Skopunarfjørð er so hugtakandi, at her kunnu tjøldur á bønum verða tjøldur á bønum, ella hvar tey eru farin. Friður verið við teimum. Uppgangur fær nýggjan týdning, nú gravsteinurin við ristum krossi í erva sæst mót brótandi briminum. Hvussu leingi steinurin hevur staðið, veit eg ikki. Men næsti granni er havið.


Eg koyri avstað, uttan nakra tjaldursmynd, og steðgi á møtiplássinum við rulluportrið, nakað eftir Kyrjastein, har bygdin endar. Ætli at taka eina snópisliga mynd, sum er uttan evni, uttan tjaldur. Eina mynd av ongum. Men hvat, nú dregur hann frá í erva, ljósið skiftir, eitt æl sveimar inn úr Hestsfirði og nú skínur sólin beint á Velbastað fyri framman. Lakoniska myndin við ongum, bleiv til mynd við øllum.


So beint til Velbastað. Norðuri á Trøð stavar sólin intenst niður á bøin og gevur hugtakinum kontrast nýggja meining, tá knallreyði brandkranin við strípaða jaðaran og reyðu húsini í baksýni síggjast í sterka sólarljósinum. Hetta er sólarmagn fyri allar pengarnar. Úti á tunga blágráa havinum sæst Koltur eina løtu, so kemur eitt æl norður gjøgnum fjørðin og alt er strokið burtur og farið í grátt.


So brestur himmalin og tað regnar av grimd. Við Mígandalsá, har Syðradalsvegurin byrjar, savnast nøkur ross við vegjaðaran, tá eg koyri framvið og knipsi eina mynd út gjøgnum vindeygað.


Koyri eftir knortluta Syðradalsvegnum um Fossdalsá og njótið sýnið moti Vágalandinum og høgu fjøllunum á Streymoyarlandinum. Undir mær eru stuttlig nøvn sum Skramblið og Flogið. Hann slítur í og ælabogin dagar fyri framman.


Veit ikki, um ein døgurðatími nakra aðrastaðni kann bjóða so skiftandi ljós- og litspæl. Men eg trúgvi neyvan. Vendi bilinum undir Murufelli, har alt er trøllsligt, sum í eini William Heinesen søgu.


Heim eftir Syðradalsvegnum er mótljós og eg royni at seta ymisk filtur á linsuna. Men gakk. Aftanfyri hoyri eg nú tveir traktorar, ið minna meg á, at døgurðatímin er liðugur.