28.2.14

Fríggjadagur var betri fyrr


Afturvið morgunkaffinum lá sum vant Fríggjadagssosialurin, prentaður dagin fyri. Fyrr var tað so, at ikki fyrr enn í fyrsta lagi eftir loknan arbeiðsdag og fylta innkeypskurv um fimmtíðina, tá tú sjaggaði pøstur til handilskassan, tástani dagaði Fríggjadagsdimman og Fríggjadagssosialurin í handilsbrúnni, klárur at konsumera. Ein av hvørjum í kurvina og so heim at lesa afturvið anganum av brúnari sós og rungandi Vikuskiftissending við up tempo tónleiki. Tí nú var vikuskifti.

Hóast tøknin gerst smidligari og lættligari tænir fleiri, er ikki soleiðis longur. Afturvið dagsins morgunkaffi lá sum sagt dagsins Sosialur, hann frá í gjár við ongari mentan, bara lýsingum og vinnusøgum.

Kom í tankar um Útvarpssendingina Føroyar í dag, sum fyrstu ferð varð send av Christiansborg í gjár. Soleiðis segði hann, ið tá læs skránna og so startaði sendingina.

Sum miðlabrúkari fært tú onkuntíð ta fatan, at tað glíður í koblingini.

Føroyski miðlapallurin hevur neyvan upplivað so stórar broytingar, sum farna hálva árið ella so. Um tað er afturgongd í krónum veit eg ikki. Kanska er tað sum í fiskivinnuni, at krónurnar nú eru á færri hondum, og alt annað líkað, sum politikarnir siga, burdu kunna skapt og foredlað eina betri miðlavøru, serliga nú so nógvir journalistar ganga fyri einki.

Men sum lesari, lurtari og hyggjari er tað ein fátækslig uppliving at blaða upp í nýkomna Fríggjadagssosialinum áttaogjúgunda í øðrum í tveytúsundogfjúrtan. Einsamallur á borðinum, tá vit síggja burtur frá Skúlablaðnum. Eingin mentan, sum fyrr var eitt brand og fríggjadagsfornoyilsi burturav í øllum bløðunum, eisini við Suna í Útvarpinum. Nú er alt bara minnir, sum Jens Eli Ellefsen yrkir.

Sama er við filmi. Fyrr kundu allir snedigir filmar fáast frá áhugaðum biografum og útleigarum. Filmarnir vórðu fraktaðir í kuffertum, sum vigaðu hálvthundrað kilo og ikki kundu sendast við posti, men við speditøri. Men tað stóð ikki á at fáa hendur á og vísa allar teir útlendskt fraktaðu filmar, sum eitt heimligt biografpublikum ynskti og kundi konsumera.

Í dag ber einki til, hóast tøknin letur upp fyri download uttan frakt, beint í kinomaskinuna, so marknaðartollarar ikki víta síni livandi ráð, tí livibreyðið er tikið úr hondunum á teimum. Samstundis sum tøknin í allari verðini mennist og í prinsippinum gerst brúkaravinarligari hjá øllum, styrkjast og miðsavnast duldu marknaðarkreftirnar, tí alt er á færri hondum.

Men sum eg havi sagt fyrr: søludeildin í Miðlahúsinum ger eitt megnararbeiði á øllum pallum. Bert spell, at tað ikki sæst aftur í tilfari, sum eg tími at lesa, síggja og hoyra ein fríggjadag. Á Facebook í morgun síggi eg bara løgmann lesa og skammrósa nýggja Fríggjadagssosialinum. Annars helt eg ikki at hann las tað blaðið. Nei, einki er sum fyrr. Serliga ikki fríggjadagsbløðini.