27.2.14

Matthew um atlas og stavrað




Mánakvøldið ringdi Matthew Workman úr Oregon at práta um føroyskar miðlar, nú Dimma ikki er longur. Kanska var ikki so nógv at siga um tað, uttan at føroysk pressa skrivar nógv um fótbólt, tí eftir einari løtu skifti prátið til atlas. Tað var so ikki eftir mínum vilja. Men hann vildi hoyra, hví vit eru so eym um staving, og hvat vit fáa burturúr at navngeva landgrunnin og allan heimin á føroyskum. Longu í kvøld hevur Matthew gjørt podcast nummar 205, har vit fram eftir fummum tosa um atlas, og tað at seta navn á heimin, sæddan úr føroyskum sjónarhorni. Hann er ein knassi, Matthew. Tveyhundraðogfimm podcastsendingar um Føroyar og føroysk viðurskifti. Og í summar kemur hann aftur til Føroya. Her ber til at hoyra dagsins podcast.