12.2.14

Maðurin og Fjallið


Avísin Los Angeles Times skrivar, at Leonard Knight er deyður á einum umlættingarheimi í San Diego, 82 ára gamal. Hann var kendur fyri Salvation Mountain, sum hann bygdi og búði í við lítla staðin Niland við Salton Sea, har suðuri í California. Í 2007 var hann við í filminum Into The Wild, sum Sean Penn gjørdi. Filmurin fekk eina Golden Globe virðisløn fyri besta sang, Guaranteed, sum Eddie Vedder skrivaði., var í tveimum førum skotin upp at fáa Oscarvirðisløn og fekk fleiri aðrar virðislønir, eisini í sambandi við amerikanska ferðavinnu. Árið eftir, í 2008, hitti eg Leonard Knight á Salvation Mountain og skrivaði bloggin niðanfyri:


"Ein hin mest hugtakandi løtan á USA ferðini hjá okkum í summar var tá 76 ára gamli einabúgvin Leonard Knight tók ímóti okkum í hellinum Salvation Mountain. Fjallið hevur hann sjálvur bygt úr mold, vatni, máling og burturkasti, so sum bil- og traktordekkum, gomlum bilhurðum og falnum viðarbulum, sum fólk hava borið honum. Leonard hevur hvørki elektrisitet ella rennandi vatni, eiheldur hevur hann útbúgving, pengar ella hugsanir um jørðiska makt. Leonard vil samla skattir í Himli. Drívmegin er ein barnslig trúgv á Gud, sum hann sigur elskar øll.

Heima høvdu vit sæð Leonard Knight í sjónvarpssendingini Plagues & Pleasures on the Salton Sea og gjørdu av at vitja henda staðin.

- Hetta er so stórt at tit, sum búgva hinumegin Jørðina og tosa eitt so fremmant mál, komu higar ídag, sigur kropni Leonard og tekur í hondina á okkum øllum fýra. Við einum fjart søkjandi og tó stálsett føstum eygnabrái leggur hann afturat, at boðin skulu út um allan Heim: Gud elskar øll!

Hann sigur seg ongantíð hava fingið so nógv bønarsvar úr øllum heiminum, sum beint nú. - Eg eri við í einum Hollywoodfilm hjá Sean Penn og Barbara Boxer hevur fingið meg innar í Kongressina. Hettar er stórt, sigur Leonrad og lyftir sigurssælur báðar tumlarnar upp í loft.

Leonard greiðir frá, at sum smádrongur sá hann eina ballón sveima yvir heimbýnum í Vermont. Hann spurdi mammuna, hvat tað var, sum stóð á ballónini. Jú, tað var eitt sigarettmerki, segði hon. Tá Leornard sum 36 ára gamal kom til persónliga trúgv í 1967, vendi sjónin aftur. Hann vildi byggja eina gassfýrda ballón við áskriftini Gud elskar øll!

Uttan kunnleika, tilfar og pengar fór hann til verka á hesum staði. Men tað var lættari sagt enn gjørt. Ballónin var so stór, at hon fekst ikki uppfrá. Tíðin gekk og ballónin rotnaði burtur í karga veðurlagnum á fjallinum við Slab City, dygst við Nieland, sum er við gaddajørð kring Salton Sea, sunnast í Kalifornia.

- Eg bleiv óður við Gud, sigur Leonard og nevar út í luftina. So rennir hann nevan í eitt tilgjørt træ inni í hellinum. Jú, nevin passar beint í træið. Men skapið á nevanum stendur eftir sum ein litføgur blóma. - Onkuntíð geri eg tretivu blómur um dagin, sigur hann og smekkar til træið. Blómurnar, ið blíva til á henda hátt, síggjast aftur fram við gøtuni niðan á fjallið.

- Rotnaða ballónin bleiv liggjandi og eg ætlaði at rýma. Men eg eri her enn, fjøruti ár seinni, sigur Leonard og takkar Gudi og tí vælvild, sum útbreiðslan av guddómliga boðskapinum oman av frelsufjallinum í Slab City hevur fingið, kring allan heim og í amerikansku kongressini.

- Tú mást vita at eg var í Korea og hesin staður, Slab City, eru restirnar eftir amerikansku hermonnunum í hesum turra økinum við Salton Sea. Og so lyftir hann aftur báðar tummlarnar í eini sigursríkari heilsan til okkum. - Farið nú niðan á fjallið og gangið eftir The Yellow Brick Road, so møti eg tykkum aftur við gamla lastbilin, sum eg sovi í.

Vit ganga niðaná, hugtikin av hesum persóni, ið er leysur av tíð og stað og bara vil siga frá Guds kærleika til øll. Ovast er ein krossur og tá vit koma oman aftur, stendur Leonard við bilin og vil geva okkum eitt putlispæl av fjallinum og ein film um lívsverkið Salvation Mountain, ið kallast A Lifetime of Childlike Faith. The Leonard Knight Story. Gamli lastbilurin, sum var við í Hollywoodfilminum Into The Wild (Sean Penn 2007), hevur áskriftina Jóhannes 3:16.

Vit takka fyri okkum og koyra leingi gjøgnum lívleysu saltoyðuna kring Salton Sea. Í bilinum spæla vit filmin, hann hevur givið okkum. Jú sanniliga, hetta var ein Guds maður." (10 august 2008)