26.3.14

Bókin og útvarpið eru álitið


Í Noregi, eins og í øllum øðrum heimsins londum, veksur internetnýtslan støðugt. Mótvegis næstan ongum í 1997, siga 85% í 2013 at tey brúka internetið minst einaferð um dagin. Tað sigur Norsk mediebarometer 2013, sum varð kunngjørt í dag. Umframt hesi rættuliga sjálvsøgdu viðurskifti, er tað áhugavert at síggja, at tveir miðlar, sum ikki eru kendir fyri tøknilig nýbrot, megna væl at halda sær á floti í umskiftiliga miðlalandslagnum. Tað er góða gamla bókin við 25% og so útvarpið, sum er heilt uppi á 60%. Hinir miðlarnir, avísir og sjónvarp, tykjast hava mist takið á brúkarum. Einasti nýggi miðil í norsku mátingini er elektroniskar bøkur.