12.3.14

Grækarismessa


Í dag er grækarismessa, sum í orðabókini eisini er nevnd tjaldursdagur við frámerkininum sj, ið merkir sjáldsamt. Í ár eru tjøldrini so sjáldsom á mínum leiðum, at hetta er einasta tjaldur, eg havi sæð í ár. Tað er í glas og rammu, er 27 ára gamalt, gjørt á Kubus teknistovu, SJ Repro og Einars Prenti í Havn á vári í 1987. Orsøkin var, at Filmsfelagið var í Norðurlandahúsinum og hevði norðurlendskar filmsdagar, har m.a. Katrin Ottarsdóttir vísti ein sjáldsama hugtakandi film um útisetan Regin Dahl.


Regin Dahl átti orðini, Á grækarismessu, sum mín fyrrverandi starvsfelagi, Pauli í Sandagerði, gjørdi lag til í 1978 og gav út í satsi fyri blandað kór á forlagnum Akkuleya í 1996. Á titulblaðnum skrivar Pauli, at "tjaldrið ber boð um ljósari tíðir og at ársins fyrsta klipp lættir manga myrkurstyngda sál." Alt árið er várliga heftið til láns úr Námi. Gunnvør Poulsen, kórsangari og próvtøkufyrisitari í Mentamálaráðnum, heldur nótaheftinum.


Eins og gula strikan á flogvøllinum, eru tjaldrið og grækarismessan markið millum ljós og myrkur, og nær lendast kann til kveikjandi lív í føroysku náttúruni, ella um best er at halda seg burtur úr mjørkanum. Livst, so spyrst. Góða grækarismessu!