27.5.14

Málspøl til tey 6 ára gomlu


Í Námi í dag løgdu Annika Høj, lærari og lesivegleiðari, og Sonlis H. Joensen, námsfrøðingur, fram nýggja tilfarið Málspøl – leikur og læra, har dentur verður lagdur á mál og lesimenning hjá teimum 6 ára gomlu. Nám stendur fyri útgávuni.


Tað er í gjøgnum spæl at børnini mennast málsliga, og læra bókstavir og ljóð, og soleiðis ganga fyrstu stigini inn í ein nýggjan heim, lesiheimin, har nógv nýtt og spennandi bíðar teimum.


Arbeiðið við málsliga medvitinum er grundarlagið undir málspølunum, sum byggja á eina granskingarverkætlan á Bornholm. Anette Lønnegaard, talupedagogur, og Jørgen Frost, cand. pæd. psyk., hava gjørt tilfarið, og Ingvar Lundberg, professari, hevur skrivað inngangin.


Undir framløguni varð greitt frá um grundsjón og bygnað í tilfarinum, og ítøkilig dømi vórðu víst úr verkliga partinum, sum Annika hevur týtt og tillagað. Málspølini eru skipað í seks partar, ið fevna um lurtispøl, rím og ramsur, setningar og orð, stavilsi, forljóð og ljóðeindir. Tilfarið umfatar ástøðisbók, verkligan part og myndakort. Hannis Egholm hevur teknað myndirnar í Málspølunum.



Karolina Matras, sum er námslektari í sálarfrøði og mál- og lesimenning á Námsvísindadeildin á Fróðskaparseturi Føroya, hevur skrivað inngangin og umsett ástøðisbókina. Hon hevur til høvið brúkt heitið hin námslærdi, sum er nýggjyrði, ið merkir hin vaksni, ið hevur námsfrøðiligar førleikar og útbúgving, uttan at taka atlit til, hvat útbúgvingin eitur.


Um hálvthundrað stovnsleiðarar á dagstovnaøkinum, har skúlabólkar eru, vóru møttir at hoyra um nýggju Málspølini, og síggja og fáa alt tilfarið, sum er til henda bólk í Námi.


Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum, hevur eisini skrivað eina heilsan í tilfarið Málspøl. Her sæst hann í Námi saman við Magnusi Tausen, stjóra.


Annika Høj og Sonlis Høj Joensen starvast báðar í Frískúlanum Kelduni, har 66 næmingar frá forskúla til fjórða flokk eru.