Skip to main content

Sól, vamp og drag - tað er Evropa!


Russiska sólscenugrafiin hjá tvíburðasystrunum, Anastasiu og Mariu Tolmachevij, sum 9 ára gamlar vunnu barnagrandprix í 2006, var hin sjónvarpssterkasta úr skipasmiðjuhølunum hjá B&W í gjárkvøldið. Men í melodiforløbi var San Marino hin tradisjonellasta, sum við Valentinu Monetta leggur seg lættast og tættast aftur at bakkataloginum, og tí kanska fer at enda ovarlaga á avrikslistanum.



Men heilt uttan fyri nummar, ja ein ordeligur dark horse from the high plains, var Háland við einum lágmæltum, men vælstemtum kovboysangi av niðurlendsku preriuni. Mín persónligi favorittur eru Ilse DeLange og Waylon (sic!), ið kalla seg Common Linnets við Calm after the Storm. Ein sangur, ið sum hin einasti fer at liggja leingi á, ikki bara the common linnets, men eisini á altjóða tónleikapallinum, tí hann ríður egnar akustiskar harmonileiðir á ævigu heiðini, har sólin aldri setur. Í hvussu er ikki hjá einum stílfullum reiðmanni, sum kallar seg Waylon og býr í einum góðum sangi. Mina atkvøðu!



At hava scenu- og skíggjatekki er fremsti eginleiki, tá tú ert við í Grand Prix Kappingini, sum hon altíð hevur verið kallað á okkara leiðum, hóast navnið er Eurovision. Hægsta faktor í somáta hevur eysturríkska, Conchita Wurst, alias Tom Neuwirth, sum ikki bara spælir sær við frásøgusnildi av drag- og vampslagnum, men eisini teim kynsligu, tí hann ella hon spælir ein órakaður transpersónur í náttklubbakjóla, millum svenska Thomas di Leva og okkara allra Jesusfigur. Tað ræður um at finna ein egnan og sjáldsaman gimmick, sum riggar í sjónvarpi, tí nógv hyggja, og við Per Zachariassen við knøttarnar, er framleiðslan tryggjað, um ikonografiska søgan er hin sjónvarpsrætta á heimsins besta vinnarapalli. Sigst eisini, at hetta er ársins sjov hjá LGBT'arum, sum á øllum marknaðarføringsøkjum eru fremstu trendsettarar, við einum heilt serligum eygað fyri livsins ofta fjaldu men tó ikki minni tekkiligu estetisku dimensjónum. Serliga tá tær raka heilt í mark. Tað er at grípa tað besta í degnum, nú heimsins besti vinnarapallur er tøkur. Tað ger Conchita Wurst!


Mest sjáldsami og politiskt sterkasti evropasangur, ja hin einasti sum í søguni kann kallast eitt politiskt statement, er í ár úr Ungarn, haðani András Kállay-Saunders syngur Running, ið er um ein vinmann, ið var kynsliga misnýttur sum smádrongur. Um orðini yvirhøvur fara at hoyrast í øllum stásinum, so eru tey ikki hoyrd fyrr í einum EBU-almannamiðili, ið samstundis vendur sær til alt Evropa.


Av Norðurlondum hevur Sanna Nielsen besta møguleika at vinna. Hon er 29 og hevur sungið alment síðani hon var 11, og eri í dag millum fremstu poppnøvn í Svøríki, and she's got the look, fyri at sitera Roxette.


Tað er evropeiska samskipanin av almannamiðlum, European Broadcasting Union, sum við høvuðssæti í Geneve skipar fyri árliga sjónvarpstiltakinum. Føroyar eru ikki limir í EBU og fara aldri at hava ráð til tað, segði Útvarpsstjórin, Niels Juel, tá eg interviewaði hann um hetta fyri 35 árum síðani á Bryggjubakka. Men tað er at njóta dýrabæru løtuna, sum enn kemur ókeypis til okkara. Serliga tí, at einki er sum glitch, sum í ár frá Makedónia, haðani Tijana Dapcevic syngur Til Himmals, uppskrýdd sum Grace Jones á nýggjársballi í fýrsunum. Hvør kann standa fyri tí? Haldi, eg fari í lýsingabransjuna!


(Pressumyndir)