4.6.14

Summarið kom við Infinity


Í morgun kom ferðamannaskipið Celebrety Infinity, sum er skrásett í Valetta á Malta, á Havnina við fleiri enn 2000 ferðafólkum á tólv dekkum. Manningin á skipinum, sum er bygt i Fraklandi í 2001, telur túsund. Fyrstu sumrarnar sigldi skipið í Alaska og um vetrarnar millum Kili, Argentina, Panama og Uruguai. Síðani i fjør hevur skipið siglt í Noregi og Bretlandi og vár og heyst siglur tað aftur í Suðuramerika.


Celebrity Infinity, sum er 294 metrar langt, er millum størstu ferðamannaskip, sum koma á Havnina í summar, sigur Útvarpið. Ferðafólkini eru bretsk, amerikansk, kanadisk og úr Hong Kong. Guðrun Haustein, sum í 1953 svam í Sundalagnum, tá norðmenn tóku upp filmin Selkvinnen, var ferðaleiðari í reyðum jakka úti á Reyni. Á niðaru myndini sæst hon sum selkie, kópakona, á norsku filmsplakatini við Drangunum í Drangasundi og Tindhólmi aftanfyri.



Í dag sást Celebrity Infinity um meginpartin av býnum og var í mangar mátar ein mátistokkur, sum til dømis tá ein rasari streyk framvið hekkuni, og tá Jósup, sum sæst á niðaru myndini, kom við ferðafólki úr Nólsoy og inn á Bursatanga.



Celebrity Infinity sást meðan havnarbørn spældu á Skansanum og fremmandu ferðafólkini fotograferaðu grøna grasið, sum longu er blivið blágrønt sum í august.



Stóra ferðamannaskipið sást eisini av Vestaru Bryggju í Havn, har Vónin er og Magnus Heinason liggur fyri framman, so Infinity sæst gjøgnum holið á hekkuni.



Celebrity Infinity, sum her sæst av Jomfrubakken við Gamla Danmark, fór avstað aftur við rakettskotum klokkan seks í kvøld.


Og vendir tú tær við, niðan eftir Tróndargøtu, sæst enn sum áður gjøgnum best skipaðu gøtu í Havn og ta beinu leið niðan á krossin á katólsku kirkjuni.


Gullregnið hongur tungt í túninum aftanfyri Quillingsgarð millum Lív og Tryggingina, og niðan eftir brøttu Bringsnagøtu spretta søguligu litirnir í Svabo- og Williamstónum upp móti bláa himinum ein mikudag í Havn. Summarið er komið til Havnar.