13.6.14

Westward


Tað er fríggjadagur trettandi, ættin, hon er vestan, og í gjár sá eg besta westernfilm í mannaminni, The Salvation, hjá danska Christian Levring við Mads Mikkelsen í høvuðsleiklutinum. Ein spennandi filmur um donsk niðursetufólk, sum í briljantari tøkni grevur fram tað allarbesta hjá ikki bara John Ford, men eisini Sergio Leone og Akira Kurosawa, heilt til eingin maður stendur eftir á amerikansku heiðini sjey ár eftir tapið móti týskinum í Dybbøl í 1864, sum Eric Cantona er serliga fegin um í hesum HM tíðum. Eisini er ein siping til Tro Håb og Trolddom (Erik Balling 1960), har Bodil Ipsen situr í ruggustóli og roykir pípu. Hetta var hennara seinasti filmur. Tað var John Ford (1894-1973), ið segði at “A good film is long in action and short in dialogue”. The Salvation er besti western, sum Ford aldri gjørdi, og sum eg avgjørt skal viðmæla øllum at síggja, hóast hann gongur í minna biografsalinum í Havnar Bio. Soleiðis eru treytirnar. Tað góða trívist í tí smáa og er illa lýtt í Havn, sum lesast kann um í Mentanarblaðnum í dag. Júst hetta er avjóðingin hjá blues- og countryfestivalinum í Sørvági, sum byrjar í dag. Vit eru á bygd og tað er gott, nú Ólavur bjóðar árliga bitan í garðinum.


Billy Yates (f.1963) er høvuðsnavnið í ár. Maria Samson sett meg í samband við hann, so vit møttust í Bygdini niðri í Sørvági. Bara einaferð fyrr havi eg møtt einum heilt vanligum sangara, sum hevur skrivað til eina stjørnu. Tað var í 1997 tá eg møtti Victoriu Shaw (f.1962), ið skrivaði The River til Garth Brooks. Tað spennandi við dagsaktuella Billy Yates er, at hann hevur skrivað tveir sangir til størstu countrystjørnu í nýggjari tíð, George Jones (1931-2013). Billy Yates, sum er úr Missouri og býr í Nashville, gav í fjør út fløguna There is only one George Jones á egna plátufelagnum, MOD, sum stendur fyri My Own Damn Label. Fyrr hevur hann givið út nógvan tónleik á heiðurskrýnda plátufelagnum Columbia, og aðrir siðbundnir sangarar sum George Strait, Tracy Lawrence og Kenny Chesney hava sungið sangir hjá Billy Yates. Ein legenda er her. Mitt í bygdini. Hann er á pallinum á Dungasandi leygarkvøldið klokkan ellivu.