18.7.14

Summarnátt við Ruby


Ruby liggur enn sum áður fyri akker í Nólsoyarfirði. Navnið hóskar til eina náttklubbsangarinnu. Og kanska bíðar Ruby eftir makreli. Farmaskipið, sum er bygt í 2002, hevur flagg úr Gibraltar og hevur fyrr verið kallað Frisia, Apolo og Anja. Tað siga skipaforritini á telduni. Men um midnáttarleitið rulla skipsljósini hugtakandi inn eftir stilla summarfjørðinum. Tað eru summarkyrrindi í Nólsoyarfirði. Men tey finni eg ikki í streymtalvuni. Summarkyrrindi við Ruby.