Skip to main content

Bara ikki her hjá okkum...


Tað var nú hugfarsligt, uppá tann feita mátan, sum tey siga í Útvarpinum, at hoyra hin altíð stuttliga stand up vertin í Degi og Viku tráspyrja formannin í Málráðnum um, hvussu Chile, Cabo Verde og Zimbabwe kunnu stavast á føroyskum. Eftir at hava fingið svarið, kemur annað breaking news innslagið í somu Degi og Viku. Tað er um fiskiloyvi úr Føroyum, suður í Kyrrahav og aftur til Føroya. Hugfarsliga staviroyndin í heimskunnleika, sum almannavarpið legði fyri við, er nú slept og sama redaktión hevur funnið tað minst føroyska heimskort, sum til er. Í reglugerð fyri Málráð stendur, hvussu ráð um mál kunnu fylgjast. Tey ráð hava beinleiðis adressu til Kringvarpið. Kringvarpið hevur einsini lógir at ganga eftir. Meir enn einaferð verður nevnt, at stovnurin hevur heilt serliga skyldu at hjúkla um móðurmálið. Míni ørindi eru ikki at siga nakað um at steina, tá ein býr í glashúsinum, sum kringvarpar. Nei, míni ørindi eru at spyrja, hví hevur Kringvarpið ikki eitt føroyskt heimskort?