30.8.14

Hálvleikur


Nú er hálvleikur í sjónvarpinum. HB og KÍ spæla, siga búmerkini uppi í vinstra horni. Ikki hyggi eg ofta eftir fótbólti ella aðrari ítrótt yvirhøvur, men í dag varnaðist eg eina frálíka frásøgn frá kvinnufótbólti úr Gundadali í Havn. Finala, siga tey.


Nógvir frálíkir vinklar, einki myndakiks, einki tøknikiks. Og í steðginum eru lýsingar og beinleiðis prát á vøllinum.


Og mín sann, um ikki Høgni í Jákupsstovu er vertur í avbalanseraðum práti. Hansara besti leiklutir síðani, ja nokk so langt síðani.


Og so lata vit hesa myndina standa eina løtu. Hetta er myndin hjá almenna Kringvarpinum frá sama dysti:


So er public service givið upp til kjak á øllum Føroya vøllum. Tað er Rás1, sum Føroya Tele hjá okkum øllum føroyingum eigur, ið sendur sponsoreraða fótbóltin í hvørja stovu. Meðan myndirnar tala fyri seg, kann spyrjast: who is the public and what is the service? Gott, at bólturin er rundur.