Skip to main content

Toskur næstur


Herfyri sóu vit eskatologiska biograffilmin um Nóa. Men hesin ivasami filmur er nógv meira enn ein bíbliusøga. Til ber at síggja filmin og lesa søguna um Nóa sum eina áminning um burðardygd:
og hav út við tær øll djór, sum hjá tær eru, alt hold, bæði fuglar og fenað og øll skriðkykt, sum skríða á jørðini, til tess at tey mega yðja á jørðini og nørast og fjølgast á foldum!
Nú útlendingar koma higar at gera vart við sína ónøgd um blóðiga grindadrápið, sum í teirra landi ikki tekur seg væl út í 3D, hóast grindahagtølini neyvan nakrantíð koma í drepning, so er longu greitt, hvat veruliga álopsmálið hjá Greenpeace er. Tað er fiskurin í sjónum. Ja, fiskurin, sum hevur toskaskræðu, og so annar fiskur. Fiskur og fiskur.

Myndin omanfyri er av Greenpeacebásinum á heimsins størstu bókamessu í Frankfurt í oktober í fjør. Postkortið, sum eg haldi í hondini, fer um allan heim og vísir nýggja málið hjá innsatsleiðaranum í altjóða felagsskapinum, sum er skynsamur, og higartil hevur latið eyguni upp á mongum, ið hevur áhuga fyri náttúru og burðardygd.

- Ró nú, Snopprikkur!