8.9.14

Opið í Dovregade


So er opið hjá Jógvan í Dovregade í eigarafelagnum Telemark á Amager. Hóast bygdar í 1927, eru íbúðirnar við teim norsku gøtunøvnunum sum nýggjar.


Starvsfelagin heima í Námi, Wenche, sum er ættað úr Noregi, veit at siga, at Dovre hevur stóran tjóðskaparligan týdning har í landinum. Tað er fyrst og fremst í setninginum Enige og tro til Dovre faller, ella Einig og tru til Dovre fell, sum nýnorska orðingin sigur í Eidsvollseden, sum semja varð um fyri júst 200 árum síðani, tá norska grundlógin varð skrivað. Í Føroyum kenna vit eina líknandi vending, So leingi Beinisvørð stendur, hjá Poul F. Joensen. Dovregubben, fjallakongurin, er eisini kendur í norskum ævintýrum og í leikinum Peer Gynt hjá Ibsen við tónleiki eftir Grieg.


- Her er lætt og luftigt, sum havnarmaðurin segði. Eingin tung ferðsla ella høgir bygningar, ið taka ljósið. Opið er til allar síður og Tanja Rau (f.1970) hevur við einfaldari striku málað gerandismyndir á veggirnar í næstu gøtu, sum er Kurlandsgade.


Hinumegin Amagerbrogade, við Øresundsvej, eru framúr spælistøðini Amager Bio og Beta, og so mentanarhúsið ZeBu, sum er ætlað børnum og ungum. Í forhøllini í Beta var henda dag jamsession, samanspæl, við tónleikarum úr Kolkata, sum Calcutta hevur verðið stavað seinastu fimm árini, og danskar harmonikuspælarar og ein gittara, í sambandi við Copenhagen World Music Festival sum er hvørt ár. Publikum er einki, bara tónleikarar, sum møta tónleikarum. Á einum uppslagi síggja vit at Eivør og finski harmonikuspælarin Antti Paalanen hava spælt her kvøldið fyri.


Í Smallegade á Frederiksberg er rúmkað um veggin, har hin sjálvlærdi Bent Nikander (f. 1942) hevur málað við breiðum pensli fyri familjufyritøkuna Nikander Dekor. Nú byrjar leitanin eftir septemberlist ein mentaleygardag í Keypmannahavn.


Fyrst gjøgnum ferðslutrongan á Kongens Nytorv er útsýnið til Nyhavnssúkklur, nú bilar næstan ikki sleppa fram fyri vegarbeiði í miðbýnum.


Keypmannahavn og danir er úti í heimi kendir fyri nógvar nýskapandi býarætlanir og arkitektaavrik annars. Við Norðhavnina sæst úr bilinum oman á nýtt spennandi øki, Marmormolen, har m.a. 128 íbúðir fyri betra slagið longu eru settar til sølu.


Men ikki øll eru so fegin um etableraða list, um hon so er myndandi á lørifti, millum hornini á geitum í Afrika, ella uppbyggiligar arkitektamyndir við Oyrarsund. Tað er Kristian von Hornsleth (f. 1963), sum heilsar okkum við hesum vegskelti:



Hetta undarliga barnsliga skelti á alfaravegnum vísti seg at vera ein bók við heitinum Fuck You Art Lovers Forever (2005). Í fororðunum skrivar høvundurin, Hornsleth:
Kunst er kun kunst når det ikke er kunst. Lige så snart det bliver til kunst, bliver det til støvede museumsgenstande og dekorative souvenirs fra tidens erkendelsesniveau. Hvis det ikke er kunst når det er kunst, hvad er det så? For mit vedkommende er det en fysisk konstruktion af en idé. Det kan være en tanke, som vil fortælle mig noget bestemt. Et slags skyggebillede af noget jeg ikke umiddelbart kan se, eller måske et vindue til selve tanken og den menneskelige eksistens. Hvis jeg kunne beskrive det tekstuelt ville selvfølgelig bare skrive en bog, men det ordløse aspekt gør kunsten herligt åben og sårbar som et åbent sår, eller et hul i den is der dækker det moderne menneske. Jeg maler med blodet fra selve tankens sjæl og bliver ved til jeg segner. Velkommen til templet hvor intet er helligt. Sandhed er skønhed.
Leitanin eftir septemberlist ein mentaleygardag í Keypmannahavn er byrjað. Vit helma ikki í fyrr enn í kirkjugarðinum í Helsingør, har tað er ókeypis at parkera.


Um hornið síggjast teir á skipasmiðjuni, ein risi og tríggir vanligir menn, ið ganga frá strikuni Værftsarbejderne og inn á gomlu skipasmiðjuna, sum hevði hundrað ár á baki, tá hon lat aftur í 1983.


Tað er Hans Pauli Olsen (f. 1957), sum í 2012 fekk hesa uppgávu frá Helsingør kommunu og Værftsmuseets følgegruppe, í sambandi við at skipasmiðjuarbeiðarar tóku stig til at gera gomlu skipasmiðjuna til nýtt mentanarhús, Værftsmuseet. Tá standmyndirnar vórðu avdúkaðar 5. juni í ár, skrivaði blaðið Arbejderen soleiðis um gomlu, afturlatnu skipasmiðjuna, sum einaferð átti lívið í býnum Helsingør:
Helsingør Skibsværft og Maskinbyggeri A/S nåede lige akkurat at fylde 100 år, inden det blev lukket i 1983. Nogle af de gamle værftsbygninger er nu omdannet til Kulturværftet, hvor Værftsmuseet, eller Helsingør Værftsmuseum, ligger. Det er tidligere værftsarbejdere, Værftsgruppen, som har taget initiativ til museet, som omhandler tiden, hvor byens skibsværft byggede skibe, og arbejderklassen voksede. Det fortæller historierne om slid, støj, møg, stolthed og sammenhold i en svunden tid, hvor værftsfløjten styrede byens liv.

Tað er sum at ganga inn í ein klassiskan western film, har stórlimaðu menninir møtast til eina seinastu uppgerð, the final shoot out fyri nón, sum á sín hátt eisini er rætt, tí her er alt mist og farið, sigur savnsvørurin og vísir okkum stoltur avísina frá stóra degnum í býnum, tá monumentalu standmyndirnar vórðu avdúkaðar.


Á einum av gomlu havnamolunum hava danski Michael Elmgreen (f.1961), sum arbeiðir í Berlin, og norski Ingar Dragset (f.1969), sum arbeiðir í London, gjørt androgynu standmyndina Han, sum øll kunnu spegla sær í. Teir hava arbeitt saman síðani 1995. Og sum sæst, eru teir framúr at skapa fleirtýðugar framsetingar av longu kendum verkum og gomlum viðtøkum, meðan gamli deksbáturin Arresø, bygdur í Frederikshavn í 1930, bjóðar ferðafólki at fiska akkurát sum ordiligt og onkuntíð sum undir krígnum.


Tað er teknistovan AART A/S í Aarhus, sum hevur teknað nýggju mentasmiðjuna, Kulturværftet, sum Helsingør kommuna bygdi á 13.000 fermetrar í árunum 2008-2010. Ytst av havnalagnum sæst at teknistovan hevur hugsað í seglum og sigling, tá framsíðani er gjørd. Vakurt og væl hugsað inn í hesa søguríku heild, sum eisini telur Kronborg, Hamlet og Holger Danske. Her eru øll segl sett.


Á Montebello Allée ovast í býnum, er International People's College, har Aref Olsen og eg vóru í praktikk frá Føroya Læraraskúla heystið og veturin 1983, beint tá skipasmiðjan lat aftur. Tá vóru agronomar úr Afrika á einum Danida-skeiði, umframt at eitt stórt altjóða háskúlaskeið eisini varð hildið. Í dag er mest sum einki broytt uttan at næmingarnir eru færri. Síggi, at fleiri eru úr Japan og í dag gera tey klárt til japanskt mentakvøld á skúlanum. Fyri 31 árum síðani vístu vit føroyskar diasmyndir hjá Heidi Djurhuus, sálu, lósu Wiliam Heinesen á enskum, lurtaðu eftir føroyinginum, lántu skipstroyggjur úr einum handli á Vesterbrogade og borðreiddu við fiskasúpan eftir uppskrift hjá mammu í Holbæk.


So koyrdu vit suður eftir Kongevejen og oman á Strandvegin við øllum teim improviseraðu og summastaðni flottu summarhúsunum, ið hava vaksið seg stór uppeftir, inneftir og til allar síður. Í Humlebæk steðga vit við listasavnið Louisiana. Fyrst ganga vit gjøgnum eina risastóra framsýning við litríka og altíð gula Emil Nolde (1867-1956). Ikki er loyvt at fotografera, men mær lukkast at taka eitt hip shot innan vakturin kemur eftir mær, bara so áskoðarin kann síggja litríku upphangingina á stóra endavegginum hjá Nolde.


Annarleiðis er við Ólavi Eliasson (f. 1967), sum við íslendsku grótrúgvuni Riverbed, vil hava okkum at fotografera og deila alt á Facebook. Her fær hann meg at vinka í upphongda holspegilin, sum hongur yvir arbeiðsborðinum í The Factory, sum var tað hjá Warhol, innan vit koma inn í lýstu framsýningina.


Men hov, nú mugu vit ganga gjøgnum matstovuna og eina aðra framsýning, hana við kanadisk-amerikanska myndlistamanninum Philip Guston (1913-1980) Painting Smoking Eating.


Og tað var eitt kærkomið avbrot, sum kanska, kanska ikki bjargaði íslendsku framsýningini, vit seinni skuldu síggja. Tí alt síðani eg sá eina framsýning við Guston í San Francisco og aftur í New York, havi eg verið bitin av honum. Ikki av málningunum, men av teim orðum, hann knýtir til teir og virksemið sum listamaður yvirhøvur. Á teimum framsýningum sóust lummabøkur, sum Guston hevði skrivað í, onkuntíð við viðmerkingum til Pollock, men bestar eru viðmerkingarnar, tá hann sker inn á bein og er turt konstaterandi, sum í hesum fyrra programpolitiska føri og tí seinna, har hann sær løriftið sum dómstól:


Og so eru vit aftur í fabrikkini hjá Ólavi Eliasson. Fyrst er ein rúgva av bókum og øðrum prentlutum til keyps fyri nógvar pengar, millum annað hesin við stuttliga navninum Bilar í áum. Ja, bilar avmyndaðir í íslendskum áum. Eg veit ikki um eg skal flenna ella gráta, men hugtakandi barnsligt er tað. Frumkent eisini. Kanska er hetta eitt slag av list, sum eg ikki veit um enn, men har tøkni møtir náttúru.


So fara vit inn. Hundraðogtíggjukrónur. Konan í reyða jakkanum er í øðini inn á savnsvørðin, sum krógvar seg í krókinum aftanfyri hornið. Hon letur meg vita, at hon keypir økologiskar bananir og spyr, hvat Co2 útlatið er, tá tey hava grivið alt hetta grótið undan Heklu ella hvar í Harrans navni hetta grótið er komið, og flyta tað um alt Norðuratlantshav og inn higar og byggja alt upp, so fólk kunnu ganga á tí eftirgjørda íslendska lendinum á einum donskum matrikkuli. Nei, eg bara spyrji, sigur konan og toyggir seg hóttandi móti savnsvørðinum, sum lotur hyggur til viks, meðan onnur ganga burtur.


Vit eru inni. Inni í íslendska áarbotninum í Humlebæk. Tað er líkasum humlan í hesum áarløki. Tað gevur seg undir fótinum, ljóðar av polyester, plasti og flamingo, kanska spønplátum eisini, tá vit ganga niðan á. Hetta er í so stórari andsøgn við tekstin í kataloginum, sum skrivar um at ganga í náttúruni, at kanska er hetta list. List, sum býr í spenninum millum tað væntaða og tað óvæntaða, náttúruna og menniskjað, tað sum ikki er nomið og tað sum er mentað og lagt undir fótin. Eg spyrji, um vatnið eisni er úr Íslandi. Nei, sigur vakturin. Tað er vatn úr krananum her í húsinum. Eg hyggi, um nakar grínur og gníggjar sær í lógvanum, kanska í einum web-kamera, men nei, eg síggi ongan flenna ella lúra, so eg stjali eitt íslendskt gosgrót úr framsýningini hjá Eliasson.


Men fólk eru heilt upp i loft av hesi installasjón. Tey avmynda, spáka og uppliva eftirgjørdu náttúruna, eisini eitt aldrandi japanskt par, har konan situr í rullustóli og maðurin ætlar at rulla hana út í oyðuna. Men ikki ber til. Henda interaktión grípur um seg og gerst eitt listaverk í sjálvum sær. Myndatól og klædnapløgg mitt í íslendsku oyðuni, har einki er og minni veksur. Her er bara tú.


Eftir hugvekjandi framsýningina við íslendskum gróti, og ikki minst listaligu orðini hjá Hornsleth og Gaston, fara vit út á Femøren á Amager at njóta tað mest heimliga í útlegd, MíttLand. Undir trøunum hoyra vit saman við hópin av vælupplagdum fólki Stanley Samuelsen og dóttrina Astrid syngja George Harrison. Einfaldari og betri kann ein mentadagur í Keypmannahavn ikki enda. Takk fyri hesuferð.