23.9.14

Peter Madsen vitjar aftur




Vinjetttekningarnar og heilsaninar omanfyri eru frá Peter Madsen (f. 1958), tá hann vitjaði Filmsfelagið at sýna nýggja teknifilmin Valhalla (1986) á filmstevnu í Norðurlandahúsinum dagarnar 28. mars til 3. apríl í 1987. 28 ár seinni vitjaði hann aftur í sama húsi.



At tekna og siga frá varð heitið á skeiðnum, masterclass og workshop, við danska teknaranum Peter Madsen, sum Inger Smærup Sørensen skipaði fyri í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Tað er í sambandi við heystframsýningina Gisp!, sum Norðurlandahúsið í trimum umførum er vertur fyri.


Gisp! vil við hesum varpa ljós á brot úr teknirøðum í ymsum listagreinum. At tekna og siga frá er byrjanin, har Peter Madsen, sum teknaði Valhalla (Interpresse 1979 og Carlsen Comics frá 1991), ið varð gjørd til film í 1986, og sum Árni Dahl samstundis týddi og gav út á føroyskum á forlagnum Fannir frá 1987 til 89, tók móti vaksnum virkandi teknarum. Her síggjast Peter og Rannvá Mortensen.


Komandi skeið fara at venda sær til áhugaði vaksin, børn og ung. Peter Madsen er teknari, rithøvundur, filmsleikstjóri og fyrilesari úr Silkeborg. Umframt vælumtóktu teknirøðina, Valhalla, hevur hann gjørt teknisøguna Menneskesønnen, sum Heri Tróndheim týddi til Menniskjusonurin í 2003.


Peter legði fyri við einum fyrilesturi, har hann segði frá um teknirøðir yvirhøvur og teirra frásøgusnildir við nógvum myndadømum, eisini frá egnum tekniborði. Seinnu um dagin kundu skeiðsluttakararnir sparra við Petur um egin hugskot til teknirøð, fáa eina uppgávu, ella kjakast um tilfar, tey høvdu við. Tá skeiðið var liðugt fóru vit biltúr til Kirkjubøar og Syðradals. Ole Wich tók myndirnar, bæði frá skeiðnum og av Syðradalsvegnum, har tað er so ovurgrønt, at Peter helt, at líðirnar kundu verið brúktar til nýggjar útgávur av Lord of the Rings.



Peter Madsen hevur sjálvur búð á Nýsælandi og í 1987 var hann her og sýndi spildurnýggja danska teknifilmin Valhalla saman við Dansk Filminstitut og Kommunefilm. Samstundis vóru nýggir norðurlendskir filmar vístir, teirra millum hin hugtakandi og avbjóðandi Regin útiseti hjá Katrini Ottarsdóttir. Filmsfelagið skipaði fyri og var vertur, tá Peter Madsen og hansara fólk vitjaðu fyri 28 árum síðani. Árið eftir vitjaðu vit Peter, Michael Rasmussen, sála, og teknistovuna hjá Bente Grue í Silkeborg og sigldu so á Gudenåen í kano. Gott at møta gomlum vinum í grønum líðum á Syðradalsvegnum og minnast aftur á gamlar tekningar og tiltøk í árinum 1987.