12.10.14

Melda tín film til Filmskvøldið 2014


Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri filmskvøldi hóskvøldið 11. desember, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar.


Frá í dag stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Filmskvøldið 2014.

Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni.

Freistin at melda filmin til Filmskvøldið 2014 er tann 11. november. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 25. november, eru hesi:

1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður.
2) Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m. Handilsligir filmar, ella filmar av øðrum slagi, sum innihalda handilsligar tilsipingar, verða ikki góðtiknir í kappingini um Geytan.
3) Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.
4) Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 11. desember 2013.
5) Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.

Í filmsnevndini sita Birgir Kruse, form., Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen og Marjun Niclasen.

Geytavirðislønina á 25.000 krónur letur Norðurlandahúsið saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt. Áskoðaravirðislønin á 15.000 krónur verður latin av Tórshavnar Kommunu, og her er tað møtti áskoðarin, ið sleppur av velja sín yndisfilm.

Í fjør vann Dávur Djurhuus Geytan fyri stuttfilmin Terminal og tey fýra, sum gjørdu skemtifilmin Munch, vunnu Áskoðaravirðislønina, sum Helena Dam á Neystabø handaði.