1.10.14

Stór søga, men eingin møtti


Í kvøld var eg í Havnar Bio og hugdi eftir nýggja danska heimildarfilminum Ekstra Bladet: Uden for citat (Mikala Krogh 2014). Ein elskuligur filmur um heilt vanlig fólk, sum elska sítt fak, hóast øll vón er úti og verri enn tað. Trúføst heilt niður í grøvina.


Tá eg keypti billet ein tíma undan sýning, otaði áskoðaratalið seg upp á fimm fólk. Tá filmurin byrjaði, eftir nakrar ótolandi føroyskar lýsingar við vánaligum ljóði og ongum lýsingarligum fokusi, hóast evnið var at keypa føroyskt, varð áskoðaratalið tvífaldað. Tíggju føroyingar. Í intima myrkrinum kundi eg telja ein úr Kringvarpinum, ein úr Miðlahúsinum og ongan frá endurreistu Dimmu, sum vildu síggja hugtakandi kærleikssøguna um fría orðið í fríum falli á heimligum lørifti. Og tað er ikki so løgið. Eingin biografur í landindinum brúkar eitt oyra til marknaðarføring av filmi. Tí møtir eingin at síggja nakað so fantastiskt sum heimildarfilm á bjørtum stórlørifti við besta ljóði. Elendiga føroyska lýsingin um at keypa føroyskt brúkar okkurt annað ljóð, sum er so hart og hvast, at tað er beinleiðis óbehagiligt. Men frumsýnda søgan um Ekstrablaðið er almenn og viðkomandi, ikki bara á danska Ráðhusplássinum, men eisini her hjá okkum, tí hon er um gomlu pappírsavísina sum miðil og vøru, ið hvørki lesarar ella lýsarar vilja hava, og so nýggju talgildu tøknina, sum øll vilja hava, men enn ikki vilja gjalda fyri. Í hesi útholaðu bíðistøðu verða allar søgur stýrdar av talgildum klikkum frá brúkarum. Lægsti felagsnevnari hjá homo sapiens. Tað fær álitiskvinnuna, hetjuna í filminum, frívilliga at siga upp á Ekstrablaðnum, tá sparast skal. Hon elskar søgur, at skriva og at bera tær fram fyri vitugum, lesandi fólki. Men sum hon sigur: "Tá alt skal vera um boppur, reyvar og den skøre skøre verden, so vil eg finna aðrar karmar at siga mínar søgur í". Journalisturin Anders-Peter Mathiasen (f.1959), sum útvið tjúgu ár arbeiddi á Ekstrablaðnum og tvær ferðirnar fekk Cavlingvirðislønina (1989 og 2004), er nú ummælari á filmstíðarritinum Ekko og skrivar soleiðis um aktuella filmin: "Det var Danmarks stærkeste avisbrand, der valgte at slå sig selv ihjel ved at skære sit indhold væk.”


Í filmaðu søguni kann mann stundum ivast, hví og hvussu Mikala Krogh (f.1973), sum er útbúgvin á Danska Filmskúlanum í 2001, er sloppin so tætt at blaðstjóranum, Poul Madsen (f.1962), og øllum medarbeiðarunum í góðum og illum. Sjálvur hevur blaðstjórin fyrr sagt, at “Vi kræver, at politikere og magthavere i det her land giver os adgang til deres inderste rum , og derfor synes vi også, at det er helt naturligt, at Ekstra Bladet gør det” (Ekstrablaðið 27. august 2014).


Gjøgnum allan filmin síggjast upplagstølini í fríum falli eins og ivasamar forsíður, sum toymið av allari makt roynir at brúka í desperatu søluni av eini útgingnari avís, sum blaðstjórin sjálvur tekur til. Filmurin sker inn á bein í einum kreppuraktum miðili, ið hevur 110 ár á baki. Frá at hava selt kvarta millión eintøk hvønn dag síðst í sjeytiárunum og 130.000 um aldarskiftið, eru tølini nú svunnin langt niður um 50.000 og falla enn. Hóast 800.000 brúkarar eru á netútgávuni, rinda bara 23.000 fyri avísina á netinum. Avísin sum vøra, finnur ikki sín marknað, óansæð hvussu góður ella ringur journalistikkurin er. “Avísin fer at doyggja í minari tíð sum journalistur”, sigur stjórin, ið eisini sær lýsingasøluna svíkja. Her er tað, at søgan gerst so sjarmerandi. Hesi fólk liva í teirra egnu verð, eini boblu, ið hevur eitt egið tíðarleyst skilvísi, sum uttanfyristandandi ikki skilja. Tey berjast og halda saman. Akkurát um hvat, er onkuntíð ilt at siga, ikki minst tá tey vitja heimbygdina hjá øðrum av sjómonnunum, sum sjórænarar í Somalia hava tikið til fanga.


Blaðið møtir ongum forstáilsi, og seinni fær blaðstjórin Pressenævnet uppá nakkan, og roynir sum ein forheraður smádrongur at snúgva sær undan skortfleingjuni og kravinum um at skriva eina rætting á forsíðuna. Aftur vísur hin meistarliga Mikala Krog við einum flugukamera á vegginum, hvør stirðil er í hesi redaksjón. Eingin. Heldur ikki tá tey mannsterk fara til New York at vitja danska íverksetan og hondbóltsspælaran, Jimmy Maymann (f.1971), sum síðani november í 2012 hevur verið forstjóri í The Huffington Post, sum m.a. telur 9.000 bloggarar og hópin av virksemi.


Eina løtu hugsi eg um sangin um Larsen, ið kundi havt verið umdoyptur til Sangen om Madsen: “Det sku' vær' så godt og så' det faktisk skidt,” í sjónleikinum Melodien der blev væk (1935), nú í tragikomiska leikinum Avisen der blev væk. Amerikanski filmsleikstjórin Andrew Rossi hevur á sama hátt lýst miðlar t.d. í filminum Page One: Inside the New York Times (2011), ið eins og nýggi danski heimildarfilmurin hevur funnið vegin inn í biografarnar. Tað er tað allar besta. At síggja henda film í biografi. Takk til Havnar Bio at unna okkum hetta einstaka upplívilsið. So er spurningurin, um tær tvær milliónir krónurnar, sum landstýrismaðurin við mentamálum nú vil geva privatu føroysku miðlunum, eru best brúktar til ein einvegis ferðaseðil til danska íverksetaran Jimmy Maymann í New York, ella sum eitt bygdamenningarátak at rinda húsaleigu fyri journalistar á útoyggj, so pressan, sum selur eina vøru, ið fá vilja hagreiða og enn færri vilja keypa í stórbýnum, kann hóra undan nøkur ár afturat. Í minsta lagi á bygd. Eftir rullutekstirnar hugsaði eg bara um Kingo: Nu flyr jeg til din naade. Hetta er svanasangur fyri prentaðan journalistikk, sum vit higartil hava kent hann, einki annað.