24.11.14

Color Me Country


Onkuntíð plaga tey at siga dagur í viku. Eg havi hug at víðka hugtakið til vika í ári. Hesa vikuna kom nýggja atlasið hjá Námi og sama dag, sum tað varð lagt fram, var ársfundur í smápartafelagnum Kúfóðuri úti í Mattalág hjá Jóhan á Plógv. Ikki so galið. Og heitið á dagsins bloggi opinberast longur niðri. Tí Verðin hevur ymsar litir. Omanfyri er Erla Olsen, ið týddi atlasið úr enskum, avmyndað saman við undirritaða, sum í hálvtfjórða ár hevur havt ta náði at ritstjórna skúlaútgávuna hjá Námi, sum 47 navnsnevnd fólk hava staðið saman um. Niðanfyri sæst kvøldverturin í Mattalág, Jóhan á Plógv, Ragnar í Vík við gittara og fremst fyri er Oddbjørn Vágslíð, sum dagin fyri fylti 70.



Bókaleygardagurin í Norðurlandahúsinum byrjaði við eini víðfevndari, undirhaldandi og perspektiverandi setanarrøðu frá Jóanesi Nielsen. Ein herrlig røða, sum við eini sjáldsama vælupplagdari ervafrásjón gjørdi vart við æviga dynamikkin í plátuvinyli, hesuferð Beggars Banquet (1968) hjá Rolling Stones: 'Tá tað stóð mammu míni greitt, hvat tað var fyri LP eg var komin heim við, opnaði hon stovuvindeyga; tað skuldi ongin koma inn í hennara hús við nøkrum Sympathy for the Devil. Við einum kraftarkasti sendi hon Beggars Banquet avstað, og í mínum huga er tað, sum plátan framvegis flýgur í loftrúminum omanfyri økið kring Landavegin.'


Skráin fyri Bókadagarnar varð tættpakkað, so ikki bar til at fáa øll tiltøkini og upplestrarnar við. Nógv barnatiltøk vóru, so natúrligvís hoyrdist tað aftur, at húsið varð fylt við børnum. Tað órógvað ikki Mette Fugl, sum læs beint úr bókini Fra koncepterne og út í rúmið.


Í Skálanum bjóðaði Magnus Tausen, stjóri í Námi, til atlasframløgu. Fyrst sóu vit legendariska klippið úr The Great Dictator (1940), tá Chaplin dansar við globusinum, sum at enda fer í luftina.


Meðan framløgan var, sang barnakórið Cantus hjá Joannu Johansen og Kára Bæk fýra Verðinssangir. Fyrst Der er is på vandet i nat úr Danmark, síðani Vem kan segla, sum er fólkalag úr Svøríki, Go Down Moses, ið er negro spiritual úr Amerika og at enda Sakura, sum er fólkalag úr Japan.


Hans Pauli Strøm, frá Útgávudeildini á Hagstovu Føroya og fakligur ráðgevi í sambandi við atlasið hjá Námi, greiddi frá um hugtakið fátækraváða og um tilflytarar úr fremmandum londum, so sum upplýsingarnir siga á síðu 46 í útgávuni. Spennandi at hoyra Hans Paula geva turru tølunum lív.


Stóra stjørnan henda dag var 32 ára gamla Jennifer Ntanyamal Leparteleg, sum fyri trimum árum síðani flutti úr Juba í Sudan til Føroya. Umframt at landið er hitt størsta í Afrika, er býurin høvuðsstaður í nýggjasta landinum í heiminum, Suðursudan. Tí fekk Jennifer fyrsta atlasið og slapp at handa Bjørn Kalsø, landstýrismanni við mentamálum, annað atlasið. - Vit eiga at minnast, at eitt atlas er ikki bara ein vanlig bók at lesa í, men eitt mennandi amboð, sum altíð eigur at endurgeva heimsins veruleikar í okkara tíð. Har, ið eg komi frá, er tað at fáa ein útbúgving eitt tað týdningarmesta í lívinum. Uttan útbúgving, og ikki bara í Afrika men alla staðni, fært tú ikki eitt líkinda starv. So eg fari at mæla øllum foreldrum til at stuðla sínum børnum í skúlanum, tí ein hin størsti lutur í lívinum, sum hvørki kann keypast í SMS ella Bónus, er vitan, segði Jennifer í eini góðari og nemandi talu í Norðurlandahúsinum. Afrika er tann heimspartur, sum hevur flest ung fólk. Helvtin av øllum í Afrika eru 19 ár ella yngri.


Samrøða við Jennifer verður í næsta Skúlablaðnum, har brot úr røðuni eisini verða endurgivin. Og eg havi hoyrt fyri vist, at Jennifer verður á permuni.


Við eksotiska fruktheimin í forhøllini heilsaði Jennifer uppá Bjørn Kalsø, landstýrismann við mentamálum, sum júst hevði hildið røðu og nú skuldi suður til Hvalbiar.


Allan heimin úr frukt, ein feskan fruktheim, høvdu tær tríggjar Patcharee Areesaman, Kat Khamprasit og Walaiporn Punnoppong skorið til og sett fram í forhøllini til øll at smakka. Tær tríggjar eru úr Tailandi og, eins og Jennifer, giftar við føroyingum.




Á bókabásinum hjá Námi var nógv virksemi. Her eru tað Søs og Gunvá, sum svara spurningum frá gestum. Kanska er tað um fløgg og lond, sum kappast var um. Svarkassin stendur fremst fyri. Vinningarnir vóru kort og bøkur.


Inni í Klingruni var eitt risastórt føroyakort á gólvinum, so til bar at hoppa frá oyggj til oyggj. Føroyaprent hevði gjørt gólvkortið, sum Føroya Dátusavn gjørdi til atlasið hjá Námi.


Frammanfyri básin hjá Námi var nógv kjak og fólk vildu síggja, hvussu ymsu londini vóru stavað. Her eru tað Erla Olsen, týðarin, John Dalsgarð, sum stóð fyri føroysku framleiðsluni, og Ole Wich, sum eisini teknaði fleiri kort í atlasinum, ið hava nógv at tosa um.


Norðurlandahúsið upplýsir at tilsamans 1860 fólk vitjaðu Bókadagarar leygardagin og sunnudagin. Tá Bókadagarnir endaðu, kunngjørdi Kári Árting eina nýggja skaldsøgukapping, Tann Føroyska Bókhandlaravirðislønin. Virðislønin er 50.000 krónur og frestin at senda inn er sett til 1. september 2015. Bókhandlarnir, ið standa saman um virðislønina eru H.N.Jacobsens bókhandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa í Klaksvík og Rit & Rák í Havn. Sagt verður, at skaldsøgan í høvuðsheitum skal viðgera mál í dagsins samfelag, og snúgva seg um, hvat tað vil siga at búgva í Føroyum her og nú. Søgan kann hava røtur longur aftur í tíðina, sum hava týdning fyri søguna. Kára, sum kunngjørdi kappingina, hitti eg til bókaprát á bókasavninum í Felagsskúlanum á Oyrarbakka í november í fyrrárið.


Seinasti smakkur á Bókadøgum henda dag var úr nýggju bókini Børnini borðreiða, sum Henny á Lava og Malan Falkenberg Jensen standa fyri. Ein leskiligur fruktdrykkur.


So varð annað slag av drykki í øðrum steypum. Jim Beam og Jack Daniels afturvið countrytónleiki, sum onkur stavar kántrí. Málið er tolið, og nógv skal til, innan yvir flýtur.


Eftir vælkomudrykk og heilsanir var filmur um Teir Fýra, ikki teir føroysku, men Waylon, Johnny, Willie og Kris, eisini kallaðir The Highwaymen, sýndur í hugnaligu stovuni hjá Jóhan. Í ár voru vit Oddbjørn, Heri, Ragnar, Petur, Milson, Terje, Sonhard, Jóhan, Noel og eg.


Minst líka so áhugaverdir sum tónleikurin, vóru málningarnir á vegginum, serliga hesin hjá Terja Skýlindal.


Eftir borðhaldið og quiz kappingina, valdi Petur eins og undanfarin ár, fimm tær bestu útgávurnar í ár. Fyrsta valið var ein LP pláta úr vinyli, Out Among the Stars við Johnny Cash, sum skuldi koma út í 1981, men varð shelved, sett á hillina, til aðrar tíðir.


Sum fráleið bleiv topp fimm listin hjá Peturi hesin rættuliga sjáldsami: Queen Esther The Other Side. Linda Martell Color Me Country, Parker Millsap Parker Millsap, Jack Clement For Once and For All og Johnny Cash Out Among the Stars. Tvær tær ovastu sangstjørnurnar eru svartar. Tað er ein rár hending í hvíta countrylandi. So rár, at eg lati eina heitið, Color Me Country, standa omanfyri hesum bloggi um Verðina hjá hvítum monnum. Color Me Country.


Alt hevur ymsar síður og endar. Eftir stendur, at ársins besta countryfløga er The Other Side við Queen Esther. Tað heldur kúrekafelagið Kúfóður. Og so varð sungið so lystiliga, næstan til tann ljósa morgun.