20.11.14

Miðvikumentan


Í dag var dagur í viku, mitt í Havn. Tað var miðvikumentan. Ikki tí at kommunalið hevur steðgað Skansaætlanini, nei tú, tað er miðvikumentan, har fólkið savnast til upplivingar á óvæntaðum støðum. Í Steinprenti eru vestmenningurin Jonhard Mikkelsen og tey á Sprotanum komin til Havnar við tveimum feskum yrkingasøvnum.


Meðan Hanni Bjartalíð og Tóroddur Poulsen standa frammi, greiðir Jonhard frá um søvnini Opus 6 hjá Peturi Pólson og Oktoberbløð í fallandi sól hjá Oddfríða Marna Rasmussen. Fyrst spælir og syngur Benjamin Petersen, meðan Petur og vit onnur lurta við andakt í hvíttaðu hølunum hjá Østrøm.


Áðrenn teir lósu úr hvør sínum nýggja savni, dystaðust teir lystiliga við at lesa úr eldri søvnum hjá hvørjum øðrum, og at hugleiða um vátligar løtur í Mimir og øðrum ørminniligum støðum. Stuttlig framløga og ikki sørt av einum ertandi duelli eisini.


Petur hevði elektro fylgispæl afturvið dramatiska upplestrinum úr gjøgnumkomponeraðu æðrasymfoniini Opus 6. Umframt Benjamin á elgittar og pedalar, medvirkaði eisini Knút Háberg Eysturstein við gólvsettum ljómborði. Sterk og vælvirkandi ljóðmynd afturvið upplestrinum, sum lýsti en tystan desperado í turrari oyðimørk. Serstakliga sterkt. Kanska sterkari enn nakrantíð. Petur bað undirfundiga tey møttu um umbering fyri at hava verið so aktivur í ár, og Oddfríður greiddi frá, tá sovorðin herindi komu á hann, at úrslitið var hetta fikkusavnið, sum uttan órógvandi millumheiti og yvirskriftir taldi 56 hugvekjandi blaðsíður, sum hann læs úr uttan fylgispæl, beint fram við turrisligari dygd og ongum sneisaørindum. Frálíkt. Í søvnini fekk eg eina deiliga heilsan frá báðum. Takk!


Knút greiddi frá, at hann var liðugur at lesa musikkvísund og hevði granskað Regin Dahl. Úr savninum Óttukvæði (1955) hevði Knút sett lag til eina av frálíku yrkingunum Eg eigi tað. Eg trúgvi ikki mínum egnu oyrum. Nýtt frá Regini Dahl eitt novemberkvøld mitt í viku mitt í Havn.


Og so niðan í Stoffalág til Elina Heinesen, sum undir heitinum F'ljóð hevur stovukonsert í heiminum, har ikki er málað síðani 1975, sum hon segði og fekk okkum øll at kenna andan av foreldrunum, Jens Paula og Maud, ikki minst við upplesturi úr Tí Gátuføra kærleikanum (1986), har Elin valdi eina yrking, sum letur seg temja av yrkjaranum. Heimligt, ektað og stuttligt.


Við ljósablágrøna Jóanesi Kristiansen í baksýni kom Kári P fram á gólv og hevði eina framúr framførðslu við støði í Vælferðarvísum (1978), Hinumegin Ringvegin (1991) og singleplátuni, hann gjørdi saman við Per Nyholm Debess í Føroyahúsunum í Keypmannahavn í 1973. Klassikarin Ringulríma varð skrivaður í upptøkurúminum í 20 minuttir, Skygni í mest sum átta ár, Andvera varð skrivaður á praktikkskeiði á Sankt Hans í Roskilde og aðrar áhugaverdar upplýsingar komu fram, mitt á stovugólvinum. Lívsins óbetaliliga nærvera.


Eftir lokna konsert, kaffi, prát og smákøkur, møti eg Martin Joensen í trappunum í Stoffalág. Í tí sama letur telefonin meg vita, at nú komu eini boð. Tað er ein dani í Bagsværd, sum leitar eftir upplýsingum um langabbabeiggjan, Henry Ette (1872-1937) og Google hevur leitt hann til henda blogg, sum ummrøður Ettesa Brúgv á fløguni Kvøld, sum eg einaferð ummælti undir heitinum Plátumeistarin. Hann var fiskaútflytari, føddur í Keypmannahavn, men búði 25 ár í Vestmanna, har hann skrivaði De tørlagte Færøer og Spiritussmughandelen. Tað er eftir honum at gamla brúgvin í Vestmanna varð nevnd Ettesa brúgv. Restin er ein sangur. Inst í sjálvum sær er lívið ein ringulríma. Eitt líka so undarligt sum sjálvsagt miðvikukvøld. Her mitt í Havn.