14.12.14

Ida er besti filmur í Evropa


Besti filmur í Evropa í ár er pólski IDA, ið er hin fyrsti á skránni hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio 7. januar 2015. Eisini leikstjórin, Pawel Pawlikowski (f.1957) varð kosin besti leikstjóri í Evropa í ár. Tað var í Riga at 27. evropeiska filmshátíðin varð hildin í gjár.


At pólskur filmur hevur nakað serstakt at bjóða, ikki minst tá fotograferingin er í heimsins bestu litum, sum eru svartir og hvítir og í øllum teim skuggum, sum er har ímillum, fingu vit eina greiða ábending um í spennandi stuttfilminum hjá Franklin Henriksen, Pódroznik, ið var ein av teim tíggju, sum í ár kappaðust um Geytan í Norðurlandahúsinum.


Filmarnir í Filmsfelagnum í januar og februar eru ein pólskur, ein russiskur, ein bretskur, sum eisini vann eina evropeiska filmsvirðisløn, og ein svenskur, ið var við í kappingini um besta norðurlendska filmin ár. Allir fýra filmarnir vóru í uppskoti at vinna fremstu evropeisku virðislønirnar í ár. Tað eydnaðist sum nevnt tveimum teirra. Teir fýra úrvaldu filmarnir eru kunngjørdir á heimasíðuni hjá Havnar Bio undir heitinum Filmsfelagið. Atgongumerkjasølan er longu byrjað. Væl møtt!