13.2.15

Besti miðil í verðini


Í dag, fríggjadagin trettanda februar, er heimsins útvarpsdagur, World Radio Day, lýstur av ST-stovninum UNESCO. Myndina av øllum teim gomlu útvarpslurtunum omanfyri, tók eg í Tema Radio í Havn í 2008.

Meðan okkara útvarp byrjaði í 1957, kann heimasíðan hjá UNESCO upplýsa, at heimsins elsta útvarpsstøð, sum enn er í gongd, og tí er eitt fornminni, a World Heritage, er Grimeton útvarpsstøðin í Varberg í Svøríki.

Svenski ríkisdagurin samtykti í 1921 at gera tráðleyst telegrafisamband til Amerika. Dygst við Varberg, á staðnum Grimeton, varð antennan sett. Í 1922 varð farið undir at byggja útvarpsstøð, sum varð liðug í 1924. Útvarpsstøðin, sum sæst niðanfyri, hevur staðið á UNESCO listanum yvir fornminni síðani 2004. Hon er hin einasta av sínum slag, sum enn er í gongd.


Tað var í 2011 at ST samtykti at hava ein árligan útvarpsdag í allari verðini. Uppskotið átti Spania.

Góðan útvarpsdag!