21.2.15

Eingin yvirgangur á Facebook?


Í gjár var franski innanríkismálaráðharrin, Bernard Cazeneuve, á vitjan hjá Facebook og grannanum Google í Mountain View í California, har Rachel Whetstone tók ímóti. Tey standa mitt í lívinum, hon verður 47 í morgin og hann er 51, og er fyrrveranda ráðharri við fíggjar- og evropeiskum samstarvsmálum. AP eigur myndina omanfyri, sum er úr Washington Post. Cazeneuve vil hava Facebook og Google í Silicone Valley, og Twitter, sum er á Market Street mitt í San Farncisco, at hjálpa fraklendingum og Evropiska Samveldinum at basa øllum yvirgangi. Hann vil hava fremstu sosialu miðlarnar longu í føðingini at forða fyri útbreiðslu av terror og øllum boðum og ábendingum um yvirgang.

Tað verður spennandi, um tað fer at bera til við tílíkum eftirliti í einum multietniskum heimi, har oftast bara pengarnir fólki flyta, og um sosialu miðlarnir, sum eru heimsins fremstu vørumerki, vilja samstarva við stjórnir og felagsskapir. Kanska fer hetta lógvatak at avdúka, hvør hevur maktina í heiminum, og um sosialu handilsrisarnir vilja samstarva við politisk umboð.

Á ólavsøku í 2008 var eg inni hjá Google í Mountain View við somu dyr í California, í sambandi við at tey púra ókeypis tóku á seg at skanna allar føroyskar skúlabøkur inn í skipanina Google Book Search. Enn eru hesar føroysku bøkur opnar hjá øllum heiminum at leita fram og lesa. Fremstu brands kunnu eisini gera mun, har heimsins stjórnir ikki orka.