25.2.15

Oscar, César og onnur


Farna vikuskfiti vórðu heimsins kendastu filmsvisðislønir, Oscar, handaðar í Hollywood. Oscarvirðislønirnar eru tær kendastu, tí so nógv hyggja at tiltakinum, sum verður sjónvarpað til mest sum allan heimin. Umframt at fáa nógvar hyggjarar, elvir ein Oscartilnevning eisini til, at filmar verða sjónligir og vaksa í virði sum vøra á marknaðinum.

Umframt Oscar verða eisini aðrar virðislønir handaðar í øðrum londum.

Í næsta grannalandi okkara, Íslandi, vóru samstundis handaðar filmsvirðislønir, sum hava navnið Edda. Í ár var tað serliga ein filmur, sum sópaði veitsluborðið og streyk avstað við tólv Edda virðislønum. Tað er filmurin Vonarstræti, sum er um íslendsku bankakreppuna, tá alt landið fór av knóranum. Her sæst Hera Hilmarsdóttir sum kvinnuligi høvuðsleikarin Eik í filminum Vonarstræti, ið hevur enska heitið Life in a Fishbowl.


Sama vikuskifti handaðu tey í Fraklandi César-virðislønina, sum í sjey førum fór til franskt-móritanska filmin Timbuktu, sum er upptikin í Oualata, har suðuri í Móritana, haðani leikstjórin Abderrahmane Sissako er.


Spildurnýggi filmurin Timbuktu fekk eisini heimskirkjuligu filmsvirðislønina Prix du Jury Œcuménique, sum filmar við einum kristnum boðskapi hava fingið síðani 1973. Týski leikstjórin Fassbinder fekk kirkjuligu virðislønina í 1974, russiski Tarkovskij hevur fingið hana fleiri ferðir og danski Thomas Vinterberg fekk kirkjuligu virðislønina fyri filmin Jagten í 2012. Teir báðir virðisløntu filmarnir, íslendski Vonarstræti og franskt-móritanski Timbuktu, verða sýndir í Filmsfelagnum í vár. Skráin sæst á heimasíðuni hjá Havnar Bio og á Facebook vangamyndini hjá Filmsfelagnum.