14.2.15

Sólarbjór


Tænstuvinna er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi í Føroyum. Minnist, tá vit mitt í 70’unum høvdu samfelagsfak hjá Zakariasi Wang í Hoydølum og staðfestu í eini kanning, at øll starvsfólk í tænastuvinnuni í Havn vóru danskarar. Vit komu eftir, at tað kundi ikki fallið miðalføroyinginum inn at standa og selja frukt, skera skinku og borðreiða á matstovu. Føroyingurin var frælsborin víkingur, sum ikki skuldi níga og bukka fyri nøkrum. Illanstíð. Síðan er mangt broytt. Gav at bíta, nú ein skúlabók kom út, og fólk vórðu forfard, at forlagið aktaði Málráðið. Meðan tey gingu burturfrá og ristu við høvdinum, sá eg fyri mær, at høvdingatíðin í Føroyum er um at hvørva og fjara út. Í okkara tíð. Tænasta og kreativt samstarv eru ikki longur óføroysk fyribrigdi.

Føroya Bjór hevur funnið uppá at bryggja eina ljósa øl í sambandi við sólarmyrkingina 20. mars. Og sølumaðurin vágar sær at boða frá, at um eina løtu sendir hann sjafførin við einum sixpack av Sólarbjóri. Eg takki fyri og lovi at siga frá, hvussu gagnast.

’Serstøk og bara bryggjað í myrkri og fullmána’, sigur teksturin um ljósu ølina, sum á ein stuttligan hátt snarar um sólarmyrkingina næsta mánað. Humlan í ølinum er úr Nýsælandi, sum er næsta land við altjóða dagmarkið. Sólin og jørðin eru í fokus, mánin kemur ímillum, og tá hava vit fulla sólarmyrking eitt lítið bil, sum ikki er sæð síðan 1954.

Stuttligt at síggja, at ein fyritøka setur eina vøru á marknaðin, sum longu á snøggu og informativu etikettini staðfestir heimligu hendinga. Sum átak, ella gimmick, er hetta framúr, og ber boð um, at vinnan livir í samljóði við søgu og samfelag. Tann sannkenning er rár í okkara tíð. Nú makrelurin hevur verið frammi í miðlunum, er kanska longri millum føroyska borgaran og vinnuna enn nakrantíð. Borgarin fær einki høvi at vísa vinnuni samtykki, tí hon er sær sjálvari nokk, og elvir aldri til eina samtykkjandi støðu. Vinnan skapar okkum eina ónda ringrás, sum samfelagið ikki sleppur úr.

Men hetta varisliga vinnuátak hjá Føroya Bjór tykir mær at ganga hin vegin. Tað talar til mín hug at vera føroyingur, nú vinnan er so langt burtur, at tá miðlarnir seta almenn spurnaðartekin, so svarar landstýrismaðurin við stevning. Ikki er tað lætt at vera føroyingur. Men hetta marknaðarátak sær veruliga út til at gera vinnuveðrið betri og at rudda slóð fyri einum samtykki um at hava veitslu í Føroyum, nú tað stendur í sól og mána, at næstsíðsta fríggjamorgun í mars verða vit rakt av myrkri í tveir minuttir.

Dámar tær eina øl, so kostar veitslan tær tólv krónur og fimmogtjúgu.

Men hvussu smakkar so ølin undir egnum góma?

Sólarbjórin er løtt og ljós øl við pilsnarastyrki, sum er hóskilig at drekka beint av fløskuni. Smakkurin er so mildur, at hann hvørvur av breiða glasinum. Føroya Bjór hevur gjørt nógvar øl, ið hava munandi markantari smakk, til dømis Triple Ram, Sterkan Veðr og Black Sheep. Ørindini við hesari mildu ølini eru ikki tann vegin. Hetta er heldur ein dámuøl, sum ein kynsfasistiskur norðmaður segði við Lysholmer Pils sum dømi.

Einsamøll er Sólarbjórin nakað sløtt og tunnlig. Men afturvið ræstum tjógvi, ið er steikt og skorið niður á fílabreyð við mildum salti, er ølin frálík. Og er eitt ostaborð við nakað av smakki omaná, so er Sólarbjórin perfekt. Við varsemi, gamaní. Tí tveir minuttir seinni er sólarmyrkingin av.

Temasíðan hjá undirvísingarportalinum Snar, sum telur niður til Sólarmyrkingina, upplýsur, at tann 20. mars í 2015 klokkan 9:40:12 rakar ein full sólarmyrking Mykineshólm og fer síðan um allar oyggjarnar. Um leið hálvan annan minutt seinni kemur myrkrið til eystasta punktið á Fugloynni og fer so víðari norðureftir. Í Føroyum verður longst myrkt í Mykineshólmi, har tað verður myrkt í 2 minuttir og 24 sekund. Ein sólarmyrking er, tá ið mánin stendur millum sólina og jørðina, soleiðis at jørðin kemur í skuggan av mánanum. Tá ið sólarmyrkingin er full, verður myrkt eina løtu, og so verður ljóst aftur.

Og alt hetta uppliva vit í okkara tíð.

Góða sólarmyrking!