Skip to main content

Rembrandt frá Vanuatu

Eitt av mest sjáldsamu fløggum, at veittra á okkara leiðum, er av Vanuatu. Eksotiska Kyrrahavsflaggið sæst á hekkuni á 90 ára gomlu niðurlendsku skonnartini Rembrandt van Rijn, sum ger klárt til sólarmyrking. 


Rembrandt van Rijn er trímastrað niðurlendsk skonnart við drúgvari søgu, sum í hesum døgum liggur inn móti Bursatanga, innast við bryggjuna í Havn. Meðan tað í gjárkvøldið fløddi heilt upp undir Vippuna á Tinganesi, bíðar skipið eftir 32 kinesarum. Orsøkin er sólarmyrkingin um eina viku.



Eins og Golfo Azzurro hjá Paul Watson og teimum, sum vitjaði her fyri fimm árum síðani, er skonnartin skrásett í Port Vila í Vanuatu. Veggjakortið, Heimurin, hjá Námi sigur hetta um Vanuatu, sum er í punti Z8, tað vil siga í Osiania í Suðurkyrrahavi:

Tríggjar dagar undan søguligu hendingini, tá alt fer í svart, hóast kalendarin lovar várjavndøgur, koma ferðafólkini úr Kina til Føroya at verða umborð á niðurlendska skipinum, sum Balder Nieuwland B.V. hevur átt síðani 1998, og Oceanwide Nautical Services B.V. hevur gjørt út til eksotiskar ferðir í arktiskum øki.


Rembrandt van Rijn er bygdur á niðurlendsku skipasmiðjuni Scheepswerf Gebroeders Boot í Leiderdorp og sjósettur í november í 1924 sum Jacoba. Í 1928 skiftið skipið navn til Anna Marta, í 1962 til Minde, í 1971 til Klaus D, í 1985 til Enno Doedens Star og í 1995 til núverandi navn, Rembrandt van Rijn. Á Wikipedia sæst henda flaggsøga hjá skipinum: