25.3.15

So er klárt at leita í bløðunum


Sum sæst á breddanum ovast til høgru, so er klárt at leita í føroysku bløðum frá 1877 og fram til ár 2000. Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, sæst til vinstru, og Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum, sum tendraði skipanina framman fyri hálvt annað hundrað fólkum á Landsbókasavninum í morgun, sæst vælnøgdur til høgru. Verkætlanin, ið higartil hevur havt heitið Talgilding av mikrofilmunum av føroysku bløðunum varð alment tikin í nýtslu undir heitinum Tíðarrit nú móðurmálsdagur er. Inann fyrstu leitingar hevði Erhard nakrar peikandi vegleiðingar frammanfyri samvirknu talvuni.


So varð klárt at leita og her síggjast teir báðir, landsbókavørðurin, ella í hvussu er nøsin, og so landstýrismaðurin fremst fyri. Á lýsandi talvuni sæst Dimmalætting í 1978 og ein heilsan frá táverandi Sambandsflokki. Fullsetti salurin klappaði og var tíðuliga í góðum lag og fegin um nýggju møguleikarnar at leita heima í stovuni, bara sambandið er í ordan.


Mentamálaráðharrin helt røðu og siteraði millum annað vinmannin Tórodd Poulsen, eftir at talgilda blaðsavnið Tíðarrit varð latið upp. Umframt fjølmentu áhoyrararnar í øllum alduri, var pressan væl umboðað.


Erling Kjærbo, verkætlanarleiðari, greiddi frá gongdini at talgilda nógvu rullurnar við mikrofilmarnar av føroysku bløðunum og um, hvussu vit kunnu brúka blaðsavnið á okkara egnu teldu.


Í arbeiðnum sum rithøvundur hevur Hanus Kamban verið ein íðin gestur á Landsbókasavninum at blaða í gomlum bløðum og rulla í mikrofilmi. Meðan han kveitti út á fjørðin, greiddi ein kveiktur Hanus frá um, hvussu hann mangan hevði fingið innlit í samansett mál, sum í dag kunnu tykjast okkum uppløgd, alt samalt úr bløðunum, sum til gerandis hava fingurin á pulsinum. Men øll eru ikki altíð sjónlig í kjakinum, nevndi Hanus eisini, sum eina avbjóðing hjá pressuni yvirhøvur, ikki bara fyrr, men enn tann dag í dag.


Arnbjørn Dalsgarð, leiðari á Býarbókasavninum, segði frá hendingum í føroysku blaðsøguni og legði dent á eldsálir, sum fóru undir bløð, tí teir ella tær vildu nakað ávíst, heilt frá partapolitikki, um kynspolitikk til lokalpolitikk. Ein stuttligur fyrilestur um evnið, sum Arnbjørn skrivaði um í bókini Føroysk blaðsøga 1852-2002, sum Sprotin gav út.


So var leskiligt ábit í Landsbókasavnsgongini frá Smakka í Norðurlandahúsinum, meðan fólk kundu kjakast um tøkni og bløð, og hvussu mundi fara at verða við bløðunum eftir aldarskifti og ikki minst teim komandi og hvussu tey munnu fara at síggja út. Millum mongu áhoyrararnar var Øssur Winthereig, sum saman við Dánjali Højgaard skrivaði og gav út útisetablaðið Føringurin árini 1996-98. Nú kann søguliga blaðið lesast í hvørjari stovu!