13.4.15

Føroyar um allan heim í juni


Jóhan Mortensen var ferðaleiðari fyri Visit Faroe Islands, tá fólk frá Land Rover blaðnum Onelife vóru her og vitjaðu í november í fjør. Omanfyri síggjast Brian Cottam, Jane Cloete, ritstjóri, og Dan Delaney. Ferðaliðið taldi níggju fólk, sum øll eru knýtt at lýsingastovuni Redwood í London. Niðanfyri sæst Jóhan við borðið í roykstovuni í Kirkjubø.


Lýsingastovan Redwood hevur hópin av stórum kundum, teirra millum Land Rover, sum í hesum føri var ordragevandi kundi. Ørindini vóru at seta bilarnar inn í ein nýggjan kontekst, hin føroyska. Tvær ferðir um árið verður tíðarritið OneLife givið út og sent til útvið hálva millión Land Rover eigarar kring knøttin. Í juni verður karmurin Føroyar, sum verða lýstar undir yvirskriftini Norse Power á átta innbjóðandi blaðsíðum, sum serliga greiða frá um mat. Her eru fýra av teim átta blaðsíðunum, sum síggjast í juniútgávuni av Land Rover blaðnum:


Bretska ferðaliðið hevði eisini nýggjar Land Rover bilar við sær í november. Teir vórðu avmyndaðir í Saksun, har ein bretsk brillusøla, SpecSavers, fyrr hevur verið og gjørt ein fantastiskan svart-hvítan lýsingafilm um at klippa seyð og taka feil á hundinum, tí eyguni bila og tær tørvar brillur. Tað bilar ikki niðanfyri. Har er ein Land Rover avmyndaður við Djúpunum í baksýni norðuri við Gjógv. Sjafførurin, Moi Torrallardona, sigur: 'This winter, I was in the Faroe Islands driving the New Discovery Sport on- and off-road. The Faroes are an incredible place – a new landscape for me. They’re a mix of green, steep valleys, volcanic rock, beaches and smooth winding Tarmac highways. It gave me a chance to test every aspect of the vehicle...This is the best Discovery yet.'


Jane Cloete, ritsjóri, er niðanfyri avmyndað frammanfyri altartalvuni í Ólavskirkjuni og í Roykstovukjallaranum í Kirkjubø í november í fjør, tá tey níggju fólkini frá Redwood vóru her og gjørdu reportasjur fyri Land Rover.