8.4.15

Heimurin fyri tær opin...


Henda króna, ein donsk tjúgukróna, skal fáa fólk at ferðast inn og út úr landinum, og skapa nýggjan vøkstur í nýggju gyltu vinnuni, ferðavinnuni. Ja, tað hevur stjórin á Vága Floghavn sagt nakrar ferðir í kringvarpinum. Haldi eisini at fíggjarmálaráðharrin hevur sagt hetta sama nakrar ferðir á sama stað. Umframt at sita á kassanum, býr hann eisini undir farbreytini, so hann er hin fyrsti at vita. Men á Facebook hevur ein roknilærari tikið time out og hugsar sum so:
- um nú flogferðaseðlaprísurin verður allar hasar 20 krónurnar bíligari, so skal eg bara ferðast einar 5-600 ferðir, fyri at eiga fyri ein heilt ókeypis ferðaseðil. 
So satt, so satt. Hjá brúkaranum er alt eitt val. Eisini tað heilt ópolitiska at grípa niður í pungin og finna eina frígivna tjúkrónu. Á denn náði. Ein tjúgukróna, givin okkum upp til skutil ein gerandisdag. Fyri hana slepst langt, siga miðlarnir. Eitt av kreativu starvsfólkunum kom í stundini við tveimum tíggjukrónum, sum vórðu prentaðar í Gamla bókahandili undir krígnum, tá flogvøllurin varð planeraður. Kanska slepst langt fyri tær eisini...