Skip to main content

Grindadráp á altjóða filmsløriftið


Í 58 ár hevur The San Francisco International Film Festival verði hildin við filmsýningum úr øllum heiminum í kenda kaliforniska býnum. Filmstevnan, sum byrjaði 23. apríl og heldur fram til 7. mai, letur eisini stuðul til filmsgerð. Í gjár varð kunngjørt, at tríggir heimildarfilmar fingu 75.000 dollarar, tað er ein hálv million, til postproduction, so teir kunnu blíva lidnir.

Skotski Mike Day, sum hevur verið í Føroyum seinastu árini og gjørt film um grindadráp, The Island and the Whales, er ein av hesum trimum. Hinir eru danski Kaspar Astrup Schröder við filminum Learning to Forget, sum er um børn hjá deyðadømdum í Kina, og amerikanski Peter Nicks, sum hevur gjørt løgreglufilmin The Oakland Police Project.

Størsta stuðulin, 35.000 dollarar, tað er 235.000 kr, fekk Mike Day við grindafilminum The Island and the Whales. Um filmin, sum flytur kjakið um grindadráp í Føroyum fram á altjóða pallin sum aldri áður, sigur The San Francisco International Film Festival soleiðis á heimasíðuni:
The pilot whale hunters of the Nordic Faroe Islands believe that hunting is vital to their way of life, but when a local doctor makes a grim discovery about the effects of marine pollution, environmental changes threaten to end the controversial tradition and change the community forever.Mike Day was previously a writer and photographer in Jerusalem and Cairo before becoming a lawyer in London and the Middle East. He retrained as a filmmaker and founded Intrepid Cinema in 2009 and was commissioned by the BBC to make The Guga Hunters of Ness to critical acclaim. Day is now a Sundance fellow, was listed as one of “10 filmmakers to watch in 2012” by Filmmaker Magazine and was one of the European Documentary Network’s 12 for the Future.
Mike Day hevur eisini fingið stuðul frá Sundance Film Festival hjá Robert Redford og teimum og verður tí kallaður A Sundance Fellow. 12. juli í 2013 skrivaði eg soleiðis á blogginum um The Sundance Film Festival og stovnin the Sundance Institute, sum letur stuðul til filmsgerð:
Nú hevur tann parturin, sum fæst við heimildarfilm kunngjørt, at skotski filmsleikstjórin Mike Day er millum teirra, sum tilsamans fáa meiri enn 3 mió krónur, $550,000, sum eru £362,000, at gera heimildarfilm fyri. Tilsamans 29 verkætlanir eru um hesa upphæddina. Heimildarfilmurin, sum er um føroyskt grindadráp í spælifilmslongd, hevur enn ikki fingið navn. Stuðulin fer til endaligu framleiðsluna, postproduction, tey rópa. Mike Day hevur áður lýst súluveiðu, the Guga Hunters of Ness (2011), á ytstu skerum har vesturi í Skotland. Tilsamans 772 umsóknir úr 88 londum frá kendum og ókendum filmslistafólkum komu til The Sundance Institute í hesum eina føri. Cara Mertes er forkvinna í The Sundance Institute Documentary Film Program. Eftir at hava mett um innkomnu umsóknirnar og játtað meir enn 3 mió krónur til 29 teirra, sigur hon við heimasíðuna hjá stuðulsstovninum: “Við at lata fíggjarligan stuðul til heimildarfilm hjá ókendum filmsleikstjórum, stuðla vit samstundis mongum ymsum ætlanum og hugskotum, ið eru støðið undir einum opnum samfelag. Í hesum sambandi hava vit heft okkum við hesar 29 søgur.” Robert Redford, sum er forseti og stovnari í Sundance, sigur at “tey, sum siga søgur, breiðka um okkara fatan: tey fáa okkum at taka lut, tey eggja, tey kveikja og tá ið av tornar hava tey bundið okkum saman” (12/7/2013).
Tá filmstevnan The San Francisco International Film Festival var hildin í fjør, vóru 263 sýningar við 158 filmum úr 51 londum. 210 filmsvinnufólk úr 21 londum vóru við á filmsstevnuni, sum stuðlar Mike Day og nýggja grindafilminum úr Føroyum The Island and the Whales.

Myndina av Mike Day, omanfyri, tók eg í stovuni hjá Kate Sanderson, sum borðreiddi við sildreka á ólavsøku í 2012, og myndina niðanfyri tók eg í Norðurlandahúsinum, tá Mentanarnátt var í fjør.

Til lukku, Mike!