13.5.15

Ingrid og norðbúgvar í Cannes


Í dag byrjar filmstevnan í Cannes. Svenska Ingrid Bergman sæst aftur á øllum plakatum og uppsløgum, nú fyrsti stevnudagur er. Orsøkin er, at hon hevði fylt hundrað í august, um hon ikki doyði 67 ára gomul í London í 1982. Í 1973 var hon forkvinna í dómsnevndini í Cannes.

Í ár eru teir báðir amerikansku Cohen brøðurnir, Joel og Ethan, formenn. Teir hava víst níggju filmar í Cannes og vunnu Gylta pálmin í 1991 fyri Barton Fink.


Stevnan, sum heldur á í tólv dagar, er heimsins størsta filmsevent. Hon hevur verið hildin 67 ferðir undan hesari. Bara at sleppa við á skránna hevur ómetaligan týdning fyri útbreiðsluna av einum filmi, serliga av fjarðum leiðum sum okkara í Norðuratlantshavi. Ein íslendskur filmur, Veðrar (Hrútar, Grímur Hákonarson, Ísland 2015 90 min), er úrvaldur og sloppin við á skránna Un Certain Regard saman við tjúgu sjáldsamum filmum, har hesin íslendski saktans kann vinna virðislønina, ið er partur av almennu skránni í Cannes.


Men kendasti partur av almennu skránni eru teir tjúgu filmarnir, sum hvørt ár kappast um Palme d’Or, Gylta pálman, ið verður handaður, tá filmstevnan í Cannes endar. Millum hesar tjúgu innbodnu filmar í ár er bara ein norðurlendskur, Louder Than Bombs, ið er triði spælifilmur hjá norska Joachim Trier (f.1974). Ein filmsmiðil, Ioncinema, heldur, at av teim hundrað mest týðandi filmum í ár, er hesin nýggi norski tann triðbesti. Tað er ikki eiti á skoðsmál at fáa longu í mai. Sum norðbúgvar kunnu vit bara krossa fingrar og ynskja hesum báðum filmum, Hrútar og Louder Than Bombs, bestu eydnu í Cannes.


Á heimasíðuni siga fyrireikararnir soleiðis um endamálið við árligu filmstevnuni, sum byrjar í Cannes í dag:
To draw attention to and raise the profile of films with the aim of contributing towards the development of cinema, boosting the film industry worldwide and celebrating cinema at an international level.