14.5.15

Timbuktu - millum mentan og átrúnað


Timbuktu er næsti filmur í Filmsfelagnum. Spildurnýggi filmurin er á fronskum og hevur vunnið ikki færri enn sjey César-virðislønir, m.a. sum besti filmur í ár. Filmsfelagið fegnast, at undirtøkan fyri sýningum í Havnar Bio er so góð, sum royndirnar hava víst hetta hálva árið við eksotiskum filmum. Til dømis endaði sýningin við argentinsku Hevndarsøgunum (Wild Tales) í gjár við, at fólk spontant klappaðu fyri góða filminum. Tað hava vit ikki upplivað í nýggjari tíð. Næsta eksotiska filmssýnging verður í Havnar Bio mikudagin 27. mai kl 20:00. Tá fer Hanna Jensen, sum er studentaskúlalærari og franskur konsul, at innleiða. Sum ein forsmakk, nú virðislønti filmurin úr Afrika er settur á skránna og atgongumerkjasølan er byrjað, sigur Hanna í stuttum soleiðis um Timbuktu (Abderrahmane Sissako, Móritania 2014, 97 min):

- Á markinum millum tann franskttalandi heimin og tann arabiskttalandi heimin - á markinum millum mentan og átrúnað, viðger Abderrahmane Sissako, hvussu aldargomul mentan og nýggj fundamentalisma møtast. Staðið er tann søguliga áhugaverdi og nokkso loyndarfulli býurin í Mali: Timbuktu. At listin er besta amboð at røkka dýpinum í verðini, heimspørtunum, samfeløgunum og menniskjunum og samskiftir neyvt yvir um øll hugsandi mørk, er ein filmur sum hesin besta prógv um (Hanna Jensen).


Álvur Haraldsen tók myndina av Honnu, sum fer at innleiða hesa forvitnisligu sýning í Filmsfelagnum 27/5. Væl møtt til eina Afrikaferð á fronskum - eitt mikukvøld, mitt í Havn!