Skip to main content

Úr størsta landi í Afrika - til minsta høvuðsstað í Norðuratlantshavi


Fyri trimum árum síðani flutti 32 ára gamla Jennifer úr Juba í Sudan til Føroya. Umframt at landið er hitt størsta í Afrika, er býurin høvuðsstaður í nýggjasta landinum í heiminum, Suðursudan. Tí fekk Jennifer fyrsta atlasið, tá Nám hevði almenna bókaframløgu í Norðurlandahúsinum 22. november.

Birgir Kruse, Nám
Skúlablaðið 6/2014

Jennifer Ntanyamal Leparteleg er ættað úr Kenja. Áðrenn hon kom til Føroya, búði hon í býnum Juba í Suðursudan, sum er nýggjasta land í heimsatlasinum hjá Námi.

- Hetta land, sum er í Landnyrðingsafrika, fekk sjálvstýri í juli 2011, og har búgva í dag um 11 mió fólk, sigur Jennifer og hyggur úr stovuvindeyganum í húsunum í Havn, sum hon nú býr í. Uttanfyri strúka glaðurnar eftir Nólsoyarfirði. - Har stóð væl til tá, men ikki í dag, heldur hon fyri.

Giftist til Føroya

Jennifer flutti til Føroya í november í 2011 og hevur búð her síðani. Hon er gift við Eyðuni, og dótturin, Angel, sum kom higar í august, gongur nú í fimta flokki í Eysturskúlanum.

- Hóast mest sum bara tilvild, er tað ein hugvekjandi tankarøð, at eg fyrst flutti úr størsta landi í Afrika, Sudan, síðani úr nýggjasta landi í verðini, Suðursudan, og í triðja lagi til minsta høvuðsstaðin í heiminum, Tórshavn.

- Munurin er stórur, sigur Jennifer og leggir eitt reyðpuntut sjal um herðarnar og skeinkir heitt kaffi úr Kenja.

- Meðan tað oftast er heitt og sólskin í Kenja, regnar altíð í Havn, og tað er ógjørligt at siga, hvussu veðrið verður næstu løtuna. Men hóast kalda og harðbalna veðrið, eru Føroyar eitt friðsælt stað, har trygt er at liva, og har fólk búgva, ið eru vinalig og hava eitt opið hjarta fyri fremmandum, sigur Jennifer og blaðar í skeiðsfaldarum frá Kvøldskúlanum.

Vit mugu sleppa at læra málið

- Einasti trupulleiki, sum vit úr Afrika hava stríðst við, er ein hóskandi skipan at læra føroyska málið progressivt. Eg eri fegin um tey skeið, sum longu eru, men tað er ikki nóg mikið, tí øll sleppa ikki við. Vónandi verður hetta loyst, so øll fremmand, sum tekna seg, sleppa at læra føroyskt. Frammanundan dugi eg enskt, russiskt, swahili, arabiskt, og nú læri eg meg føroyskt. Næstu ferð vit hittast, dugi eg vónandi føroyskt flótandi.

Jennifer er ættað úr Kenja, har tungumálini eru enskt og swahili.

- Men vit hava eisini fleiri ættarbólkar, sum tilsamans eru 42, hvør við sínum máli og mentan. Onkuntíð kunnu fólk halda, at Afrika er mest sum eitt land. Men Kenja er eitt av 58 londum í Afrika, av hesum hava 54 limaskap í ST. Eg vil nevna hetta, tí ofta verða vit afrikanarar, sum eru í Føroyum, spurdir, hví vit tosa enskt okkara millum og ikki eitt afrikanskt mál.


- Well, tað er einki felags afrikanskt tungumál. Hetta hongur saman við, hvør ráddi hvar, og hvussu hjálandastøðan var, áðrenn londini í Afrika fingu sjálvstýri. Í onkrum landi tosa tey enskt og í øðrum londum franskt, portugisiskt, kreol, týskt, arabiskt ella amhariskt, bara fyri at nevna nøkur fá. Kanska eru fleiri enn 3000 mál í Afrika. So næstu ferð tú sært afrikanarar í Havnargøtum, so minst til, at gamaní hava vit sama húðalit, men vit hava ógvuliga ymsa mentan, mál og siðir.

Ungdómur og útbúgving

Afrika er tann heimspartur, sum hevur flest ung fólk. Helvtin av øllum í Afrika eru 19 ár ella yngri.

- Har, ið eg komi frá, er tað at fáa ein útbugving eitt tað týdningarmesta í lívinum. Eg havi eina masterútbúgving í public relations og samskifti. Eg las í 6 ár í Krasnodar í Russlandi. Uttan útbúgving, og ikki bara í Afrika men alla staðni, fært tú ikki eitt líkinda starv. So eg fari at mæla øllum foreldrum til at stuðla sínum børnum í skúlanum, tí ein hin størsti lutur í lívinum, sum ikki kann keypast, er vitan. Tað er eitt orðafelli, sum sigur, at vitan er styrki. So meðan vit stríðast fyri øðrum viðurskiftum í gerandisdegnum, lat okkum so gera raðfestingar. Um vit raðfesta útbúgving frammarlaga, kunnu vit náa langt, bæði sum land og tjóð.

Dagførdar bøkur

- Men heimurin broytist. Herfyri hugsaði eg, at um tey í Skotlandi atkvøddu ja fyri sjálvstýri, so gjørdist hetta land tað nýggjasta í atlasinum, sum so skuldi prentast uppaftur, fyri at verða dagført og vísa nýggja heimin. Tí er tað umráðandi, at dagføra skúlabøkur, sum skulu lýsa heimin, tí ymsu londini flyta mørk og broytingar henda, sum til dømis í Suðursudan, har tey nú ætla at skifta høvuðsstaðin Juba út við Ramicel, tí tann býurin liggur betur fyri. So har má helst eitt nýtt kort teknast.

Vit eiga at minnast, at eitt atlas er ikki bara ein vanlig bók at lesa í, men eitt mennandi amboð, sum altíð eigur at endurgeva heimsins veruleikar í okkara tíð. So vit eiga ikki at bíða í fleiri ár, at prenta nýggjar útgávur, sigur Jennifer og kveitir eftir fyrsta føroyska heimsatlasinum, sum er frá 1993.

Lær nýtt hvønn dag!

- Eg havi lagt til merkis viðurskifti, sum eg aldri áður havi varnast, fyrr enn eg kom til Føroyar. Enn eri eg hugtikin av húsunum, ið hava gras á takinum, og at fólk eta grindahval, tvøst. Og fyrstu ferð eg sá Norrønu helt eg, at tað var eitt stórt hotell mitt í býnum. Heima spurdi eg mannin, um vit onkuntíð skuldu fara har at eta. Hann smíltist og segði, at tað kundu vit saktans gera, tá vit fóru til Danmarkar ein túr. Tá uppdagaði eg, at hetta var eitt skip. Soleiðis er lívið, sum minnir okkum á, at hvønn dag eiga vit at læra okkurt nýtt.

Tá Jennifer á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum hevði fingið fyrsta atlasið hjá Námi, segði hon á klingandi føroyskum ”Takk fyri”, og helt fram: - Thank you, asante sana, cnacibo bolshoe, shukran, takk fyri henda møguleika. Gud signi tykkum!