24.7.15

Mentanarglopp


Um tíggjutíðina fann eg eitt mentanarglopp út í Vágahavið av Syðradalsvegnum. Samstundis fann Ivan Holm úr Nólsoy grind sunnan fyri Glyvursnes. Hon varð hildin til í Sandágerði, beint eftir at ferðamannaskipið Queen Elizabeth var farið úr havnamyndini. Men tað veit myndatólið einki um enn. Tí á hesum vegnum ganga órørdir tjóðfuglar enn og spegla sær.


Og í vesturskyninum fjalir seyðurin seg handan leykformaðan stein.


Bøurin er nærum blágrønur, sum hann ofta plagar at verða hesa ársins tíð.


Neytini liggja friðsæl við vegjaðaran. Í hesum vælhildna og risastóra landbúnaðarøki, stingur tøknin og mansins mentan seg varisliga undan kavi og skapar spennandi grafikk í mjúka summarlendinum.


So setur kvøldsólin og gæsnar savnast og rýma undan mær.


Koyri niðan á Sornfelli, at vita um grafiska mannahondin sæst betur har uppi. Jú, tað eydnast. Her er ein ávarandi ferðslutalva, sum reyðrandað minnir á bilferð, men ikki um at koma í drepning.


Eitt annað monument yvir eina farna tíð á hesum fjallaleiðum er rustaða bilverjan, ið er bend, so hon kann taka svingið og verja okkum móti at koyra út í tað óbygda.


So oman aftur í Havnin. Men hvat er hatta? Regatta á miðjari nátt í Havn?


Bilar skotrast og ikki er framkomandi. Alt er fari av leið og úr leið. Havnin er í undantaksstøðu á miðjari nátt.


Grindadráp er nú so mikið væl skipað, at hevur tú ikki drápsprógv og hoyrir til grindamenninar, so er eingin atgongd.


Hetta riggar væl og verður respekterað av øllum. Teir løggildu grindamennir í gulum vesti fáa boð, og renna út á sandin, meðan bátarnir liggja hjá grindini.


Men so veit onkur í mannamúgvuni, ið telur fleiri túsund, at siga, at fólk mangla á sandinum. Tað stendur á internetinum, sum øll lesa í hondini. Bondini springa og uttan eitt orð flyta øll seg oman á sandin.


Grindamaðurin á sandinum er vápnaður við fartelefon og góðum haldi til alla verðina.


Ikki bara privatar fartelefonir eru á lofti í Sandágerði. Her eru heimlig og útlisk upptøkulið, sum varpa til allan heimin. Her eru tað Brian og tey, sum taka upp í froyðandi sveitanum í sjóvarmálanum. Giti, at myndirnar vórðu góðar, men tey blivu heilt vist vát um beinini.


Smádreingirnir sleppa at nema við nýdripna hvalin. Ein løta við undran. Livandi beint úr sjónum og nú deyður. Í morgin døgurðamatur. Reyða ullinta mikrofonin fangar løtuna.


Grindadrápið vardi 17 minuttir. Tá høvdu 142 hval lagt beinini í Sandágerði. Onkur segði at 8 mønustingarar vóru á sandinum og sýslumaðurin segði, at einki var at finnast æt. Har vóru 1100 havnarfólk og 150 havnarbátar, sum høvdu skrivað seg upp at fáa part.


Ferðavinnan øtast, sigur MB Tours, beint eftir at nýggja Queen Elizabeth var farin úr Havnarmyndini. Umframt myndafólkini hjá Sea Shepherd, hevur eisini høvundurin, ið skrivaði handritið til Oscarvirðislønta heimildarfilmin The Cove verið her. Fólk hava hitt hann við Gjógv. Og Thomas Bo Larsen gongur enn í Havnargøtum í svartari joggindrakt. Hansara filmiski stílur er at verða klárur at fara í grind. Altíð.


Hóast eg ikki drepi livandi, helt eg hetta kvøldið, at tað er eitt sjáldsamt vælsignilsi, at vit enn hittast so mong í Sandágerði. Tað gera vit annars aldri. Í hvussu er ikki so fokuserað og í so stórum tali. Tað er nakað við grindini. Hon bindur okkum til okkurt djúpt forniskt, sum bráddliga kemur undan kavi. Og panteistiska náttúrubindingin gerst ikki veikari av, at hava sæð ein so kátan greðing á Velbastað fyrr um kvøldið, at eg ikki vágaði mær at avmynda hann. Slíkar avmyndingar høvdu verið bannaðar. Men ikki grindin. Hesi myndaevni finnir tú onga aðrastaðni í mentaða heiminum. Í kvøld er Havnin heimsins nalvi og blóðreyður uttanduranáttklubbi hjá grindamannafotografum. So kunnu tey siga, hvat tey vilja. Hetta tekur eingin. The tickets are out now.