Skip to main content

Í Andarisa og Ísansgarði


So er vikuskifti í Andarisa og í grannahúsunum í Ísansgarði á Sandi, sum Lis og Hans reka sum summarhús við 9 rúmum.


Her eru útvið hálvthundrað fólk, sum øll eru úr hesum húsum, Andarisa, ið eru bygd í 1880'unum. Her er úr køkshorninum, sum er í originalum ljósabláum og myrkabrúnum liti og enn funktionelt í allar mátar.


Tey áleið 130 ára gomlu húsini eru nýmálað.


Og úr rúmi nummar trý í grannahúsunum, í Ísansgarði, sum vórðu bygd í 1922, síggjast øll í túninum, meðan sólin setur yvir bø og ong, og súpanarangin kemur upp úr køkinum í hjallaranum.