Skip to main content

Úr sortanum


Lukas, ikki hann sum syngur í Klaksvík í kvøld, men hin bíbilski, sigur:
Tí at hvat gagnar tað at hava vunnið allan heimin, men hava mist seg sjálvan?
Kom í tankar um hesi áminnandi orð úr kapitalistisku handbókini eftir at hava sæð ein spildurnýggjan film, sum sannførdi meg um, at ein Netflixkonsert er nógv frægari, enn eg helt.

Prógvið er hugvekjandi heimildarfilminum What Happened, Miss Simone?, sum Liz Garbus hevur gjørt um svørtu amerikansku soul sangarinnuna Ninu Simone. Í filminum, sum er gjørdur fyri Netflix og bara verður vístur har, eydnast sjáldsama væl at lýsa Simone úr óvæntaðum vinklum.


Úr Útvarpinum kenni eg Ninu Simone, sum hana, ið sang My Baby Just Cares For Me. Altíð afturvið einum eyðkendum klaveri, sum sjálv spældi á við eini sensitivari kraft, ið bar boð um klassiska útbúgving, og eins stórar kenslur fyri blues og Bach. Millum sentimentalitet og stórlætisørskap.

Filmurin hjá Netflix sigur okkum, at hon var fødd í Tryon í North Carolina í 1933 og doypt Eunice Waymon. Familian gekk í kirkju, og tað var har hon vaks upp og lærdi alt um tónleik. Akkurát sum Elvis og onnur amerikansk tónleikanøvn við svart-hvíta klaviaturið. Uppá gott og ilt, var kirkjan alt, innan tey fóru út í lívið og bara bíðaðu til Matteus, Markus og Lukas fóru at fáa rætt í teirra æviga uppáhaldi um fyrst at vinnað allan heimin, og síðan at missa seg sjálva. Tí soleiðis er kapitalisman.


Fýra ára gomul spældi hon á klaverið, sum bleiv hennara burturav. Tað vildi mamman í meinigheitini. Stranga mammumuyndin, sum í størri mun hoyrdi til á prædikustólinum enn við køksborðið, fekk ungu gentuna at bretta lívsdreymin út á hvíta løriftið. Hon skuldu verða fyrsti svarti pianistur, ið spældi klassiskt í Carnegie Hall. Bara fyri mammuna. Hagar kom hon, men tað var ikki klassiskt, tá hon spældi. Tá hevði hon langt síðani fingið sær dulnevnið lítla, Niña, við eftirnavninum hjá fronsku sjónleikarakvinnuni, Simone, so mamman í kirkjuni ikki skuldi vita, at í verðsliga lívinum var hon var farin yvir um the railroad tracks at syngja á náttklubba. Hon bleiv kend í 1959, tá Hugh Hefner førdi hana fram í sjónvarpi við Gershwinsanginum I Loves You, Porgy. Tey kallaðu hana jazzsangara, men tað var hon ikki fegin um. At bróta niður mørk, varð hennara lívsverk. Hon fór uppí rørsluna, sum vildi tryggja svørtum brøðrum og systrum borgararættindi í konservativa og tilafturskomna amerikanska samfelagnum í sekstiárunum. Hon møtti Martin Luther King og Malcolm X, men eisini høvundum sum Lorraine Hansberry, ið við sanginum Young, Gifted and Black knýtti meinaleyst undirhald beint í svarta radikalismu, sum spretti úr undirgrundini, ikki minst tá Ku Klux Klan bumbaðu ein kirkju í Birmingham í Alabama. Fýra gentur doyðu og 22 vórðu særd. Nina Simone hepnast sum hin fyrsta at fáa eitt banniorð á hittlistarnar, tá hon eftir einum tíma skrivaði Mississippi Goddam:
Alabama’s gotten me so upset. Mississippi made me lose my rest.
Í filminum sigur dótturin, hvussu óð mamman bleiv, tá hon skuldi syngja sangin í mótmælisgonguni frá Selma til Montgomery, at hon noyddist at velja eina aðra tónalegu. Og so koma sangir sum Don’t let me be misunderstood og Strange Fruit, sum hon ger til sín egna, burtur frá Billie Holiday.


Við King sigur hon ørg: I am not nonviolent. Í heimildarfilminum sigur Simone beint fram, at hon vildi byggja eitt land, bara fyri svørt, mitt í USA, um neyðugt við vápnum og drápi. - Eru tit klár, spyr hon áhoyrararnar, eisini at drepa? Í 1974 rýmdi hon frá harðrenda manninum, sum vit greitt fáa at vita bukaði hana. Hon búsettist í Liberia í Afrika, heimstaðnum hjá burturfluttum trælum, sum hon sigur, púra í øðrum heimi. Fyri fyrstu ferð síðani fýra ára aldur, hevur lítla gentan í stór kroppinum slept klaverinum hjá mammuni í kirkjuni hinumegin hav, og gevst at arbeiða og syngja. Hon er komin heim, sigur hon í filminum. Hyggjarin kemur skjótt til aðra niðurstøðu.


Meistarliga byggir filmurin upp eina sannførandi lýsing av sálarligari órógv, á sama hátt sum aðrir aktuellir biograffilmar um listafólk, sum vit kunnu spegla okkum í, og blíva klókari uppá okkum sjálvi sum samfelagslig individ undir krøvum, sum onnur áleggja okkum.


Sjálv verður Simone rykt úr dreyminum, tá rokningar skuldu gjaldast, og dóttrina kann hon ikki semjast við. Simone flytir friðleys til Evropa, Sveis, Niðurlond og Fraklands. Tónleikarar, sum eru góðir við hana, fáa hana til læknan, ið kemur fram til diagnosur sum bipolar, borderline og maniodepressión, og gevur henni Trilafon. Niðurtúrurin er patetiskt stórur, og við til søguna hoyrir, at hon einferð segði við smádreingin Michael Jackson, sum hon møtti um borð á einum flogfari: Don’t let them change you. You’re black and you’re beautiful. Nina Simone er 70 ára gomul, tá hon doyr í Fraklandi 21. apríl í 2003.


Umframt út í hvørja stovu, ið hevur Netflixhald, hevur ein røð av líknandi filmum um einstaklingar úr tónleikasøguni funnið vegin til stóra løriftið í biografunum. Vit kunnu nevna:

Montage of Heck (Brett Morgen 2015), um Kurt Cobain
Amy (Asif Kapadia 2015), um Amy Winehouse
Tusen Bitar (Berg & Gertten 2014), um Björn Afzelius
20,000 Days on Earth (Forsyth & Pollard 2014) um Nick Cave
Searching For Sugarman (Malik Bendjelloul 2012) um Sixto Rodriguez
Living in the Material World (Martin Scorsese 2011) um George Harrison.

Í oktober kemur Miles Ahead (Don Cheadle), sum er spælifilmur um Miles Davis.

Ímeðan verður Netflixfilmurin What happened, Miss Simone? viðmældur.