Skip to main content

Vikuskifti


So er valkortið komið og tvey eintøk av Rolling Stone. Vikuskiftið reddað. Slupp-ølin og ein skipskeks fara at siga teirra egnu fiskiligu filmssøgu sum frá líður.


Atkvøðugreiðsla um løgtingsvalið var á arbeiðsplássinum í dag, og arbeiðsuppgáva við undirvísingartilfari um sama evni, løgtingsvalið i 2015, til søgu, føroyskt og myndlist varð avgreidd saman við Karinu. Takk fyri tað, góði starvsfelagi. Her er ein mynd úr tilfarinum. Skal eg velja vinstra ella høgra? Gott og ópolitiskt vikuskifti!