27.9.15

Fríggjadagur í Eysturoynni


Sólin rísur yvir Nólsoynna. Tað er fríggjadagur og trivnaðartoymið bjóðar morgunmat á arbeiðsplássinum. Lis, Hendrik og Maria hava lagt til rættis eina samansjóðandi útferð inn í Eysturoynna. Soleiðis siga tey, inn í Eysturoynna. Og frá morgunstundini er veðrið til vildar.


Døggin perlar í órørda morgungrasinum, meðan nýggja ímyndin av ótamdari kapitalismu osar og minnir okkum á, at alt eigur ein loynikrók, eisini tangaskip í fullum dagsljósi fyri øllum køksvindeygum mitt á fjørðinum. Náttúra og ónáttúra. Eitt spennandi myndaevni, sum tó gerst nakað leiðiligt at síggja hvønn dag.


Bussurin, sum skal koyra okkum inn í Eysturoynna, er komin. Í Sundalagnum skiftir veðrið, og á brúnni um Streymin er tað sum um vit koyra inn í eitt annað land, har ljósið stríðist við myrkrið, sum í einum Kingosálmi.


Millum Fjarða er oysandi regn.


Eins bráddliga slítir í, og við Toftavtan, har vit steðga, er morgunsólin aftur frammi.


Grannakomunurnar fóru í 2008 undir at gera gøtur við Toftavatn. Fyri trimum árum síðani fingu Nes og Runavíkar kommunur fyrstu virðisløn í einum umhvørvisátaki fyri gøtuna av Svangaskarði til Løkin. Henda fríggjadag er klokkan 10 og vit møta lokala læknanum, pápa Una í Útvarpinum, og fleiri ungum gentum við barnavogni. Fólk hava veruliga tikið gøtuna til sín. Og tað er ikki uttan orsøk. Eitt hanagleiv frá koyrivegnum og eini røð av kommunalum tænastubygningum, ert tú mitt í haganum. Ikki bara balsam fyri sálina, men eisini stuttlig staðarnøvn sum Stovugólvið og Bukkabløðini.


Her er tjúkt av lyngi, mosa og skónum, og fuglafrøðingar plaga at siga frá ríkum fuglalívi. Men í dag sá eg ongan fugl. Ikki ein. Kanska óttast teir, hvar undirsjóðarunnilin fer at koma upp í hesum fagra haga.


Ein minnissteinur og standmynd eru reist til minnis um teir tríggjar Toftadreingirnar, sum druknaðu á vatninum í 1964. Við eini QR-kotu, sum er sett á steinin, verða vit mint á samfelagið, sum knýtir okkum øll saman.


Í Bókabúðini í vælskipaðu handilsgøtuni stendur Sigmundur Hammer við tveimum av mest seldu føroysku bókunum, Bót og biti hjá Jóan Paula Joensen og hin nýggja Seyður og seyðahald hjá Ólavi Schneider. Aftanfyri síggjast heimskortið og Føroyakortið hjá Námi.


Longur út, har gøtunøvnini fram við Heiðavegnum, innan hann skiftir navn til Glyvraveg, eru Høgabólsvegur og Kongshavn niðri við bryggjukantin hjá Tobba, har er handilin hjá Dianu, konu starvsfelagan Hendrik. Í 1990 hevði Diana handil í Lamba, so á Heiðavegi 5, og nú í hesum hølum á Høgabóli, har Thomas Dam Búnýti var fyrr. - Vit hava blondustoff til pen klæði, sigur Diana og vísur mær sprøkluta boltin til vinstru. - Men so hava vit eisini alt toy til føroysk klæði, sum Mýrifípan hevur vovið. Á niðaru myndin sæst Diana saman við Oddvør Petersen og Oddvør Jacobsen, sum starvast í ítrivshandlinum, ið eisini selur fløgg og vimplar.

Í Leirvík vitja vit Báta- og Listasavnið, sum Jórun og Osmund Justinussen lótu upp á bryggjuni fyri fimtan árum síðani. Nú er savnið sjálvsognarstovnur. Svarti stavnurin er á bátinum Jákupi á Regni, sum varð smíðaður í Oyndarfirði í 1958. Í baksýni sæst Hurricane, ið varð bygdur í Leirvík í 1924.

Kristian Martin Eliasen greiddi livandi frá um savnið, hvussu tað var blivi til í hesi útróðrarbygd, og um sambandið við Ísland, har nógvir leirvíkingar róðu út. 

Á ovaru hæddini heldur Eysturkommuna til í løtuni. Her er tættpakkað listasavn við málningum hjá Jóannisi Kristiansen (1918-1988) og Sámali Toftanes. Ljósu og varisligu strikurnar hjá leirvíksmálaranum hava altíð hugtikið meg.

Jóannis Kristiansen fór til Danmarkar í 1935 og lærdi til málara. Tá annar heimsbardagi brast á, fór hann fyrst á tekniskúla í Palægade í Keypmannahavn, kom í læru hjá myndahøggaranum Ib Schmedes, og í 1944 slapp hann inn á Kunstakademiið. Málningurin omanfyri er frá 1969 og portrettið niðanfyri er frá 1948. Hóast mest sum allir málningar, eg havi sæð, eru úr Leirvík, búði hann í Danmark til hann doyði í 1988.

Eysturkommuna hevur áhuga fyri mentan, og dugir at knýta handans og andans virksemi á bryggjukantinum. Her er tað keramiska listakvinnan Guðrið Poulsen, sum í samstarvi við Niels Paula Lamhauge og SNA arkitektar, hevur gjørt eina kumpass í havbláum litum við innsiglingina í Leirvík.

Í hvíta endanum, sum hómast við svørtu húsini mitt fyri á myndini, hevði Jóannes Kristiansen málarastovu, tá hann var í Leirvík. Hann hevur í 1981 málað altartalvuna í kirkjuni, har myndaevnið er Jesus í Getsemane. Fremst fyri, og aftur á niðru myndini, sæst útgrevsturin á Toftanesi, sum nú er friðaður. Grivið er í tveimum øðrum býlingum í Leirvík, uttan Á og við Garð, sum eins og á Toftanesi helst eru víkingabústaðir úr 9. øld.

Starvsfelagin Óla Jákup, sum er úr Leirvík, vísti á, at eingi hús standa tóm í Eysturkommunu. - Her er nógv virksemi og attraktivt at búgva, helt hann fyri, og peikaði niðan í brekkuna omanfyri Bovlinghøllina. - Hatta eru einastu hús, sum beint nú eru til sølu í Eysturkommunu.