Skip to main content

Gastronomiski kalendarin hjá Jóhan


"Tað grør um gangandi gastronomiskan fót", sigur Jóhan Mortensen í gastronomiska kalendaranum. "Í farna mánaða var stak væleydnada Summarlambs tiltakid í Áarstovu, har fokus var á føroyska summarið. Lomb úr Saksun saman við grønmeti av Sandoynni og úr Sandavági, góvu gestunum eina stóra smakkuppliving. Summarlambið verður á skránni aftur næsta ár," lovar Jóhan, ið sigur, at nógvir føroyingar, sum hava verið í Fraklandi, kenna heitið fruites de  mere havsins skeljafruktir. "Føroyar eru vælsignaðar við nógvum skeljum og skeljafiski og fríggjadagin tann 25. september verður eitt Skeljakvøld á Barbaru, har borðreitt verður við alskyns skeljum, hitt fyrsta føroyska Fruites de  Mere tiltakið saman við fínum víni."

Hálvan september kemur Magnus Heinason av Føroya Banka av regluligu heystkanningini. "Verður nakar toskur at fáa, hvat vit inniliga vóna, verður hann flaktur uttanfyri Áarstovu, og síðani saltaður og nýttur til eitt Bacalao kvøld á Barbaru í november. Tá Føroyar vóru ein saltfiskatjóð – kend um alt Miðjarðarhavið - útfluttu vit sløk 60.000 tons. Ídag liggja vit um 5.000 tons. Vit mugu halda lív í hesum vinnuvegi", sigur Jóhan.

Í oktober verða eisini teir vælumtóktu heystardagarnir í Áarstovu, har føroyska heystið og slaktið seta skránna.

"KOKS, gastronomiska flaggskip okkara, er altíð ein fragd at vitja. Vit eiga at vera errin av, at Havnin hevur eina matstovu, sum telist millum bestu matstovur í Skandinavia. Tað hevur verið ein sonn fragd at líða á Jóan Paula Joensen og Kára Sólstein í Útvarpinum, takk fyri tit báðir, tit ríka gastronomisku Føroyar", sigur Jóhan í gastronomiska kalendaranum í dag.

"Okkara taraserfrøðingur, Agnes Mols Mortensen, sigur mær, at á Jóansøku blómar tarin við Føroyar. Hetta stóra tilfeingi, tarin, sum vit júst eru byrjað at geva ans". Jóhan vónar, at eitt tarakvøld verður á Barbaru næsta summar.

"Tað er mín vón at nýggja landsstýrið veruliga gevur okkara matstovuvinnu góðar sømdir, so hon kann blóma. Gastro-ferðamannavinnan er í risa vøkstri eisini her á landi. Tað ljóðar, at SMS nú sleppir at selja heimskendu Arla-Unika ostarnar, og so er at vóna, at tey skjótt sleppa at selja vín og øl afturvið eisini", sigur Jóhan Mortensen at enda í gastronomiska kalendaranum, nú heystið sær so spennandi út, bæði í køki og á tingi.