Skip to main content

Tvær sterkar


Undir heitinum Tvær sterkar er ferðandi føroysk-íslendsk myndlistaframsýning við 49 málningum og tekningum hjá Ruth Smith og Júlíanu Sveinsdóttir sum karmi og støði í Listaskálanum. Framsýningin er opin til 1. november. Orsøkin til hesa framsýning og úrval, er hundrað ára haldið fyri at kvinnur fingu valrætt í Føroyum. Íslandi og Danmark.


Í hesum sambandi er eisini vert at leggja til merkis nýggja biograffilmin Suffragette við Meryl Streep og øðrum í Havnar Bio.

Tað eru Helga Hjörvar, fyrrverandi stjóri í Norðurlandahúsinum og Hrafnhildur Schram, listfrøðingur, ið hava tikið stig til framsýningina Tvær sterkar, sum umframt at verða sýnd fram í Havn, eisini hevur verið í Reykjavík, og letur upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 14. november, fjúrtan dagar eftir at hon er tikin niður her í Føroyum. Í somáta ein avbjóðing í logistikki, vørustreymaskipan, sum orðabókin sigur. Har sæst framsýningin tíggju dagar inn í árið 2016, so vit eisini raka hundrað ára haldið fyri árinum, tá kvinnur í Føroyum fingu valrætt.

Tíggju ár eru liðin síðani Helga var í Føroyum. Tað tíð hon stjórnaði Norðurlandahúsinum, tók hon mest sum einsamøll á seg Listastevnu Føroya, sum higar til dags er so nógv tað størsta mentanarliga avrikið her í landinum tað eg veit.


Stórt katalog á føroyskum, íslendskum og donskum er gjørt til framsýningina Tvær sterkar. Ritstjóri er Nils Orth, savnsleiðari, sum umframt Hrafnhildur Schram, eisini er høvundur. Ingi Joensen hevur gjørt layout og Føroyaprent hevur prentað katalogið.


"Í altjóða høpi er myndlistin í Íslandi og í Føroyum eitt nýtt fyribrigdi. "Ungi" aldurin, ið er stívliga hundrað ár, hevur hinvegin havt tann týdning, at kvinnulig myndlistafólk hava havt ein størri leiklut í listasøguni í Føroyum og Íslandi, enn kvinnur hava havt í øðrum londum við longri listaligari siðvenju", siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi undan framsýningini.


Júlíana Sveinsdóttir (1889-1966) og Ruth Smith (1913-58) verða lýstar sum tvær undangongukvinnur í íslendskari og føroyskari list, við tað at aldursmunurin, sum er eitt ættarlið, endurspeglar longdina á listasøguni í báðum londunum, sum sagt verður.


"Listaliga støðið hjá teimum báðum ger tað óneyðugt at tala fyri einari framsýning, men í ljósinum av 100 árinum fyri valrættinum hjá kvinnum í Íslandi og í Føroyum umframt Danmark hevur tað ligið nær at vísa eina felags framsýning við hesum báðum undangongukvinnum - og stóru listafólkum.


Tær eru báðar uppvaksnar í berligum og veðurbardum oyggjum í Norðuratlantshavi, Júlíana Sveinsdóttir í Vestmannaoyggjum og Ruth Smith í Suðuroy. Tær vóru millum tey fyrstu kvinnuligu yrkislistafólkini í sínum heimlondum, og báðar lærdu á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Hóast tær høvdu tætt samband við Danmark og danska list, var tað í lýsingunum av teirra heimstaði, millum hav, himmal og berligt land, at teirra list rættiliga blómaði. Báðar eru týðiligir koloristar, men har Júlíana Sveinsdóttir arbeiðir við litinum í stórfingnum flatukompositiónum, er málið hjá Ruth Smith litbrigdini í penslaarbeiðinum, har sjón og sinni ganga upp í eina hægri eind. Felags fyri tær báðar er dyrkanin av sjálvsmyndini, har arbeiðið við litinum gongur hond í hond við eina næstan harðrenda rannsakan av tí innara lívinum", siga fyrireikararnir í innbjóðandi tíðindaskrivi fyri upplatingina, sum var fríggjadagin 11. september.


Anna á Váli Smith, gift Guttesen, og í slekt við Ruth Smith, spældi vælvaldan tónleik til høvið í Listaskálanum fríggjadagin.


Framsýningin Tvær sterkar hevur fingið stuðul frá Norðurlendska Mentanargrunninum.