Skip to main content

Verkamannavikuskifti


So er verkamannavikuskifti. Soleiðis billi eg mær tað inn, í hvussu er. Í Útvarpinum er Øssur, sum spælir Status Quo og Lobo frá 1974, so tað luktar av Slipol, olju og bilverkstaði í Hornabø, og í postkassanum er nýggjasta Rolling Stone, sum burturav skrivar um amerikansku NFL-hetjurnar, sum hava rópað harðast í 2015. Men aftast hava tey filmsummæli, har fimm boð verða givin, sum øll kunnu væntast at standa í fremstu røð, tá Oscarvirðislønirnar verða handaðar sunnudagin 28. februar í 2016. Hesir fimm filmarnir eru, sambært Rolling Stone, Steve Jobs við Michael Fassbender í høvuðsleiklutinum, Trumbo við Ryan Cranston í høvuðsleiklutinum sum svartlistaði kommunisturin Dalton, Carol við Cate Blanchett í lesbiska høvuðsleiklutinum, The Danish Girl við Eddie Redmayne í høvuðsleiklutinum um danska listamannin, sum í 1920'unum var fyrsti maður at skifta kyn eftir skurviðgerð og bliva kvinna, og Joy við Jennifer Lawrence í høvuðsleiklutinum. Filmar, sum hóast avbjóðandi, kanska finna vegin til føroysk biograflørift. Men størsta avbjóðing beint nú, er at finna rætta sessin á Tórsvølli í kvøld. Har havi eg ikki verið áður. Hetta verður eitt rætt verkamannavikuskifti. Tað byrjar á terassuni við einum sólstroknum Rinkusteini. Og tað er ikki so galið. Gott er tað, sum er rinkt.


Havi funnið sessin og uttandurafótbólturin byrjar klokkan trýkorter til átta. Fyri niðara endanum standa rópandi føroyingar í bláum og hvítum, kanska eru tað KÍ'arar, sum eru komnir til Havnar, og gera ljóð úr frumskógini, meðan onkur teirra blæsir í luðurhorn. Av og á syngja teir tjóðsangin, føroyingarnir. Hinumegin lata írarnir seg úr, hvørja ferð teir fáa mál. Teir syngja bretska tjóðsangin, grønu írarnir. Tíðin gongur og føroyingarnir, sum ikki eru vanir við fótbólt i spælifilmslongd, skylda uppá dómaran. Korruptur, siga teir, áskoðaraføroyingarnir, sum nú eru lofnaðir. Her er kalt og trongt at sita á gráu plastklappstólunum. Onkur keypir sær eina honk av øl, og bannar við, tá hann skotrandi gjøgnum mannamúgvuna uppdagar at tað er pissøl. So at finna vesi og skotrast aftur hin vegin. Gott, at mann ikki drekkur øl av hasum slagnum, hugsi eg, og kveiti eftir klokkuni. Nú er tíðin farin, men hasin korrupti hevur lagt tríggjar minuttir afturat. Nú eri eg stirdur um lendarnar og heilt upp í mønina. Uttandurabiografur er ikki tað vælsignisli, eg helt. Í hvussu er ikki her. Uttanduraundirhald í spælifilmslongd er ikki egnað til mín, hóast 4500 ikki eru samd. Mær sigur tað einki, fyri at sitera norðanfjørðsmannin, tá hann smakkaði sushi og pitsa í Fólksins rødd. Eg havi tað á sama hátt. Hetta sigur mær einki. Tíggju ár munnu vera, síðan eg síðst var til hetta slag av útimøti. Næstu ferð velji eg innadurafótbólt í stytri longd. Tað passar betur til allar partar, teir sum spæla, teir sum rópa, teir sum drekka øl og teir, sum leita eftir vesi. Gott var hetta ikki.