17.10.15

Hallur fyri fimtu ferð


Lívið er ein lítil løta er føroyska heitið á fimtu útgávuni hjá Halli Joensen. Heitið er tikið úr einum av seks sangum hjá Jákup Zachariassen, sum Niclas Johannesen í hesum føri hevur sett orð til. Sangirnir á nýggju fløguni hjá Halli eru tólv, sum í fýra førum hava støði í útlendskum sangum, ið eru fluttir í føroyskt mál.

Umframt Niclas eru føroysku tekstahøvundarnir Martin Joensen, Steintór Rasmussen, Andrias Justesen, Páll Isholm, Eyðun Nolsøe og Niels Petur Nolsøe. Jákup Zachariassen, sum eisini hevur framleitt, eigur flestu løgini, meðan Hallur sjálvur eigur tvey.

Teir útlendsku sangirnir, sum eru á føroyskum, eru eftir fyrimyndunum hjá Halli, Hank Williams, har Why should I cry er týddur til Hví fella tár, og Kris Kristofferson, har Love don´t live here anymore er vorðin til Eins og fremmand sita í duet við Tórfríð Tavsen. Í ensku útgávuni er duettin við Deanu Barry.

Nýggja fløgan hjá Halli verður eisini givin út á altjóða marknaðinum. Tá er heitið Cozy Cowboy og allir sangirnir eru á enskum, men við sama tónleiki. Lena Andersson hevur vegleitt, so enski framburðurin hjá Halli verður hin rætti.

Í sanginum It rains just the same in Missouri, flytir Martin Joensen Idaho til Vestmanna og Missouri til Nólsoy í Tað regnar eins væl, og so syngja Hallur og dótturin, Jessica, klassikarin The End of the World, sum í týðingini hjá Martini Jonensen er blivin til Heimsins endi.

Annar sangurin, har Hallur eigur lagið, Áðrenn alt varð broytt, hevur skemtiligan og tíðarbundnan tekst við stuttligum fylgispæli. Tað er Andrias Justesen, ið lýsir støðuna i einum parlagi, har maðurin er skeptiskur, tá konan fer í skúla og vil ganga egnar leiðir, eisini í politikki, í fjøllunum og á Facebook. Ein sangur, sum vekir aftur teir gomlu V4 tættirnar, sum ikki hoyrast longur.

Óli Poulsen hevur ljóðblandað og øll ljóðførini eru akustisk - frá fiól, mandolin og harmoniku til klarinett, ukulele og skeljar úr sjónum, sum í støðum skapa eina keltiska ljóðmynd, sum bara kann vera úr Norðuratlantshavi.

Barnakór og fleiri góðar vaksnar kórrøddir eru á fløguni, og í tittulsanginum spælir symfoniorkestrið úr Makedónia.

- Njótið fløguna við hesum tólv nýggju sangum, tí tá alt kemur til alt við endan á Golfstreyminum, so er lívið bert ein litil løta, sum Hallur sigur.