Skip to main content

180 filmar og meir enn 30.000 fólk


Norðurlendska filmstevnan í Lübeck hevur verið hildin í 57 ár, og er hin einasta, sum ár eftir ár, sýnir norðurlendskan film. Her møtast fólk, sum veruliga hava áhuga í norðurlendskum samstarvi á filmsøkinum. Bara ikki Norðurlandaráðið. Tey ganga ikki hesar leiðir.  Fyriskipararnir, Linde Fröhlich og Christian Modersbach, sum síggjast omanfyri, boða í dag frá, at tølini eru tey bestu nakrantíð. Tilsamans 30.500 fólk vitjaðu filmsýningarnar í ár.

“Vit høvdu fleiri góðar norðurlendskar filmar á skránni, filmar, sum fyri biografgangaranum lótu upp fyri nýggjum fatanum og sjónarmiðum. Íbúgvar í Lübeck hava eisini fingið nýtt innlit í býin, ikki minst viðvíkjandi kritisku flóttafólkastøðuni. Vit eru serliga væl nøgd við unga NDR-virðislønarvinnaran, Henrik Martin Dahlsbakken, og góða norska filmin, Å vende tilbake, sum hann gjørdi fyri lítlan pening. Tað er stuttligt at fáa fólk at savnast uppá henda máta kring film.”

Tilsamans 180 filmar vórðu sýndir. Teir vóru eisini úr Baltalondum og Schleswig-Holstein/Hamburg økinum. 980 fólk, sum á ymsan hátt arbeiða við filmi, luttóku í filmsdøgunum, har 8 virðislønir vóru handaðar. Umframt býarstýrið og ein røð av fyritøkum, eru NDR sjónvarpið og avísin Lübecker Nachrichten sponsorar.

Næsta ár verða norðurlendsku filmsdagarnir í Lübeck hildnir í døgunum 2.-6. november.