Skip to main content

Happing, hendur og hermenn


Í farnu viku søgdu føroyskir og danskir serfrøðingar frá um happing í skúlanum, ikki bara tí føroyska, men í øðrum londum við. Her tulkar Claus Reistrup fyri Dorte Marie Søndergaard og Helle Rabøl Hansen, tað sum Olga Biskupstø og Katrin av Kák siga av talarastólinum í Løkshøll. Høvið var heimliga kanningin hjá Mentamálaráðnum, sum Olga og Katrin løgdu fram í vár, og sum Nám hevur gjørt eina temasíðu um, nú allir lærarar vórðu bodnir á raðstevnu, fyrra dagin í skúlanum við Løkin og seinna dagin í skúlanum við Løgmannabreyt.


Lagið var í báðum førum framúr, hóast hann í seinna førinum øtlaði veðrið, so fleiri lærarar rýmdu á middegi. Men í Løkshøll hevði Jóhan Mortensen yrkt ein góðan og stuttligan felagssang til høvið, har hann spældi gittar, og ljós- og ljóðteknikarin og ikki minst gyklarin, Ásbjørn Berthelsen, spældi á flygil. Tað rungaði í salinum, ið er framúr til felagssang og altskyns ljóðarbeiði.


Eins og í nýggju skúlunum í Havn er skúlin við Løkin prýddur við myndlist. Oggi Lamhauge, sum er av hesum leiðum, hevur gjørt ein heilan vegg við oyrum, sum lurta. Hússh lurta, siga øll oyruni. Og í eini aðrari gongd hava lærarar og næmingar sett hondina á veggin, akkurát sum franski felagsskapurin SOS Rascisme, sum eg vitjaði við einum tíggjunda flokki í París í 1989. Í báðum førum er hondin sterka og einfalda ímyndin. Áskriftin við Løkin er Betri er bøtandi hond og franska áskriftin er Touche pas a mon Pote, Legg ikki hond á mín vin.


Glóðin var búmerkið á ráðstevnuni. Hon sæst aftur í faldara og øllum boðum um dagførda vitan um happing. Føroyska kanningin varð gjørd í fimtu, sjeyndu og níggjundu flokkunum ein avtalaðan dag í farna skúlaári. Øll sum vóru í skúla, 1995 næmingar, hava svarað. Hetta er 94% av árganginum, sum tilsamans er 2.125 næmingar. Í kanningini kemur fram, at tað ringasta er ræðslan fyri at verða útihýstur og ikki sleppa við, tá hini eru í felag. Tað kann koma so vítt, at bæði andi og atferð í flokkinum sløkkir fyri allari empati, tað er íkenslu og innliving, yvirfyri einum næmingi í flokkinum, sum av onkrari orsøk verður so illa dámdur, at hann er óynskur. Hann er einki alíkavæl, hann er sjálvur úti um tað, hann og hansara slag, kann verða sagt. Í flokkinum leggja vit hann undir eitt empatisk lok og steingja hann úti úr øllum felagsskapi, har vit hava ávirkan. Hann er ein paria. 


Heimafturkomin frá báðum happingarráðstevnunum, berast tíðindi úr París, har yvirgangsmenn hava skotið frá hond, dripið mong og sárað enn fleiri. Í blindum yvirgangshaturi mitt í París eitt fríggjakvøld. Aftursvarið kemur beinanvegin frá franska forsætisráðharranum Hollande. - Vit eru í kríggi, vit lýsa landið í undantaksstøðu og so bumba vit Sýria, sigur hann. Samstundis skriva Facebookvinir við mynd og navni, at hetta er islamska sóttin, sum nú ger um seg. Útlendskir politikarar, lukkutíð enn eingin føroyskur, men eisini eina amerikanska forsetavalevnið, siga tað sama. Bara vápn kunnu verja okkum, og so er at skjóta hetta illgresið frá hond, eisini børn og konur. Onnur hugleiða í álvara um, at tað er í lagi, at fólk verða dripin í krígsherjaðum londum, meðan tað ikki er í lagi, at nakar letur lív av terroristum í mentaðum friðarlondum sum Fraklandi. Ein franskur konfliktgranskari roynir at sláa kalt vatn í útvarpsblóði á middegi, men tankin um ringastu floksmekanismu í skúlahølinum í allari verðini stingst uppá meg. Hetta var tað, sum øll serfrøðin ráddi frá at gera. At vit steingja fyri allari empati og bumba tey uttan fyrilit. Tað var ikki hetta, vit lærdu hesar báðar fakligu dagar um happing í skúlanum, hósdagin og fríggjadagin. Munnu tað vera skúlar og flokkar, ið hava útihýst og marginaliserað hesar unglingar, sum allir eru føddir í Fraklandi, ið saman við Grikkalandi er vøggan í Evropa, tá vit tosa um fólkaræði og frælsi í okkara heimsparti? Ella er okkara Evropa um at detta sundur í ræðumyndum, tí allar hendur, uttan tær í vápnasmiðjunum, hava slept?