7.11.15

Ísland sterkasta filmslandið



Her síggjast Gunnar Jónsson, sum er høvuðsleikari í íslendska filminum Fúsi, og týski frásøgumaðurin Erhard Bultze í biografinum Kolloseum í Lübeck.

Hóast danski filmurin Krigen (Tobias Lindholm 2015) verður mettur sum besta kort á norðurlendskum hondum, tá umræður møguleikarnar at vinna Oscarvirðislønina fyri besta útlendska filmin, er seinasta filmsdagin eins stór semja um, at við filmunum Þrestir (Rúnar Rúnarsson 2015), Fúsi (Dagur Kári 2015) og Veðrar (Grímur Hákonarsson 2015), er Ísland sterkasta filmslandið á norðurlendsku filmsstevnuni í Lübeck.

Annað árið á rað hava íslendingar vunnið Norðurlendsku filmsvirðislønina. Í fjør fyri Hross i oss (Benedikt Erlingsson 2013) og í ár fyri filmin Fúsi (Dagur Kári 2015). Grundgevingin hjá norðurlendsku dómsnevndini, sum telur fimtan fólk úr teim fimm Norðurlondunum, er orðað á soleiðis:

Motivation: En raffineret enkel og visuelt opfindsom fortælling om at bevare sin godhed og uskyld i en verden, der synes uindtagelig. Dagur Káris kunstneriske bestigning af et mandigt Virgin Mountain er en dybt gribende og fængslende film, som tegner et værdigt portræt af en blid kæmpe og leverer træfsikre skildringer af kvinderne omkring ham.

Fúsi varð fyrstu ferð sýndur eini altjóða áskoðarafjøld í Berlin í februar í ár. Tá filmurin varð vístur á Tribeca filmstevnuni í New York í apríl, vann hann tríggjar virðislønir. Dómsnevndin segði, at íslendski filmurin um Fúsa vann teirra hjørtu í einum samspæli millum skemt og samkenslu.

At síggja til er filmurin ein rættuliga egin kærleikssøga, sum alla tíðina nemur við einsemi, happing og sálarsjúku, men at enda avdúkar hitt góða menniskja, ’sigur mannsandans og þýðingu ástarinnar’, sum íslendska pressan sigur. Dagur Kári hevur fyrr gjørt The Good Heart (2009), ein hjartanemandi filmur við Brian Cox og Paul Dano í høvuðsleiklutunum.


Rocketman var arbeiðsheitið, tá filmurin um hin tolna og góðlynta Fúsa fór í gerð. Hann er eitt ósprungið gosfjall, tí enska heitið, tá forboð varð sett fyri at brúka Rocketman, sigur høvuðsleikarin Gunnar Jónsson.


Filmurin byrjar við einum low key blues forteljaraknebi, sum eg helt at bara Aki Kaurismaki dugdi. Søgan er burlesk og ósentimental við gullkornum í dialoginum sum 'Minnið er tattoverað í sálina' og so mamman, sum minnist, hvar hon var, tá ein kendur amerikanari doyði, nei ikki Kennedy, men Kurt Cowbrain. Sangurin Islands in the Stream hevur aldri verið presenteraður so væl. Line dansarar fara at elska henda filmin, ið er um at skapa sær eitt pláss í tilveruni. Heitur og sosialt intelligentur filmur í einum samfelag, har øll hava eitt handicap.


Týski Erhard Bultze, sum er eitt av fleirmálsligu frásøgufólkunum á filmstevnuni í Lübeck, tosaði við høvuðsleikaran, Gunnar Jónsson, sum í einum og øllum er hin Fúsi, eisini at dansa line dance framman fyri løriftinum innan filmurin byrjar.


Handritið er skrivað til Gunnar Jónsson og hansar kropp. - Eg eri ikki so tolin sum Fúsi, men filmurin um hann, hevur gjørt meg til eitt betri fólk. Tað er gott at hugsa um, tá filmurin er liðugur og hevur ein opnan filmsenda, har alt kann henda og Fusi livir við okkum, sigur Gunnar Jónsson.


Finska Anna Heinämaa (f. 1961) hevur skrivað handritið til finska Oscarfilmin, Børnini hjá fiktaranum, við enska heitinum The Fencer. Filmurin byggir á søguna um estiska fiktaran Endel Nelis (1925-1993), sum í fimtiárunum flýggjar undan Sovjetstýrinum, tí hann hevur verið týskur hermaður undir krígnum. Hann rýmur úr Leningrad og verður lærari í lítla estiska býnum Haapsalu, har eingin man kenna hann aftur. Men hugurin at læra børnini í býnum at fiktast kemur fram í honum, og til henda dag er fikting ein stór ítróttagrein í lítla býnum Haapsalu.



- Eg møtti eini lítlari konu í sjeytiárunum, sum var næmingur hjá Endel Nelis, og tann konan fekk meg at skriva aftur, sigur Anna Heinämaa, sum er rithøvundur, men legði alla skriving á hillina fyri mongum áru síðani. - Nú eri eg ein handritamamma. Tá tú setur fyrsta barnið í verðina ert tú ein mamma. Nú havi eg sett mítt fyrsta filmshandrit í verðina, sigur Anna livandi og tendrað við fiktandi hondum. Bæði hon og sonurin fiktast, og tá filmurin varð frumsýndur møttu børn úr lokala fiktiklubbanum í Lübeck.


Ein hugtakandi søga, sum eina evarska løtu minti um húskið Trapp í Sound of Music, tá børnini úr Haapsalu kappast við Moskva og aðrar russiskar stórbýir, meðan fregnartænastan er møtt at taka høvuðspersónin, Endel Nelis. Filmurin um børnini hjá fiktaranum, sum byggir á veruleika, er finska Oscaruppskotið í ár. Og tað er Anna fegin um. - Nú fari eg aftur at skriva!


Í regninum hevur festivalstjórin, Linde Frölich, fingið sær skjól við bláum himmali. Linde var fyrsti innbodni útlendski dómari, sum Norðurlandahúsið beyð við í Geytadómsnevdnina. Hon gleðir seg til at vísa ein nýggjan føroyska spælifilmin um tvey ár, eftir at Katrin Ottarsdóttir tvær ferðir hevur vunnið høvuðsvirðisIønina her. Sum tikið úr filminum um íslendska Fúsa, stendur hesin setningur á vegginum í eini flóttafólkalegu nakrar hundra metrar frá flotta Senatorhotellinum í Lübeck: Einki menniskja er ólógligt.


Ein lokalur øldrekkari, sum ikki málar altartalvur, stillar seg fyri og vil ikki flyta seg, tá eg taki mynd av inngongdini til flóttafólkaleguna. Í myrkrinum longst til vinstru sæst eitt húski úr Afrika.



Í bakgarðinum er russisk surf rock konsert við bólkinum Vladi Wostok, sum hevur heimstað í Bremen, men byggir á sangaran Vladislav Namedov, sum er úr Norðurossetia. Ein blandingur av balaleikasjovinum hjá Leningrad Cowboys, Pulp Fiction, polka og Kurt Weil. Ein altjóða býur, har træðrir úr øllum heiminum knýtast. Í kvøld verða lokalu filmsvirðislønirnar handaðar.