28.11.15

Mad Max komin inn í hitan


Franska filmstíðarritið, Cahiers du Cinéma, er altíð fyrst at seta saman ein lista yvir 10 teir bestu filmarnar í árinum, sum er farið at halla. Í ár er bretska filmstíðarritið Sight & Sound eins skjótt at kunngerða ein lista við 20 teim bestu filmunum í 2015. Og enn hava Star Wars og nýggi Tarrantino filmurin ikki verið frumsýndir, og nýggi Spielberg filmurin er ov nýggjur at koma á nakran lista longu nú. Men tað sum sjokkerar ein biografgangara er, at mest kritiska blað í verðini, franska Cahiers du Cinéma, vísur á nýggja Mad Max filmin sum nummar fimm millum tíggju teir bestu í ár. Sama ger bretska Sight & Sound, sum gevur filminum Mad Max: Fury Road eitt reint triðjapláss. Tað var Mel Gibson, sum í 1979 hevði høvuðsleiklutin í fyrsta dystopiska og postapokalyptiska Mad Max actionfilminum um at byggja eina oyðilagda verð upp aftur. Tríggir filmar komu við Gibson sum uppbyggiliga Max í einum heimi, har vatn og olja ganga undan, og nú er hin fjórði og nýggjasti komin, við Tom Hardy sum Max, men við sama leikstjóra, 70 ára gamla George Miller. Eg eri púra paff. Ein actionfilmur á heimsins mest kritisku filmslistum beint nú. Men kanska er hóttandi heimsmyndin natúrliga undirlendið, at draga tílíkar filmar fram í fólksliga ljósið og síggja teirra terapevtiska katarsis virði. Eg kann ikki annað enn játta og nikka, at tað er týdningarmikið, eins og í norsku sjónvarpsrøðini Okkupert, at vísa á orkukeldur, sum ganga undan, og at byrsumenn heilt vist fara at berjast um hana, í ikki so fjara samfelagnum, sum av óvissum ávum hevur upplivað eitt forfall, og nú rópar eftir sterkum leiðarum. Mad Max: Fury Road varð vístur í Havnar Bio í mai. Tá ypti eg øksl og tímdi ikki at hyggja eftir einum fornrelikti, men nú má eg endurskoða filmsstøðuna og finna hann fram alt fyri eitt.

Her er listina hjá Cahiers du Cinéma yvir 10 teir bestu filmarnar í biografunum í 2015;

1. Mia Madre (Nanni Moretti)
2. Cemetery of Splendour (Apichatpong Weerasethakul)
3. In the Shadow of Women (Philippe Garrel)
4. The Smell of Us (Larry Clark)
5. Mad Max: Fury Road (George Miller)
6. Jauja (Lisandro Alonso)
7. Inherent Vice (Paul Thomas Anderson)
8. Arabian Nights (Miguel Gomes)
9. The Summer of Sangaile (Alante Kavaite)
10. Journey to the Shore (Kiyoshi Kurosawa)

Her er listin hjá Sight & Sound yvir 20 teir bestu filmarnar í biografunum í 2015:

1. The Assassin (Hou Hsiao-Hsien)
2. Carol (Todd Haynes)
3. Mad Max: Fury Road (George Miller)
4. Arabian Nights (Miguel Gomes)
5. Cemetery of Splendour (Apichatpong Weerasethakul)
6. No Home Movie (Chantal Akerman)
7. 45 Years (Andrew Haigh)
8. Son of Saul (Laszlo Nemes)
9. Amy (Asif Kapadia)
10. Inherent Vice (Paul Thomas Anderson)
11. Anomalisa (Duke Johnson & Charlie Kaufman)
12. It Follows (David Robert Mitchell)
13. Phoenix (Christian Petzold)
14. Girlhood (Celine Sciamma)
15. Hard to Be a God (Aleksei German)
16. Inside Out (Pete Docter)
17. Tangerine (Sean Baker)
18. Taxi Tehran (Jafar Panahi)
19. Horse Money (Pedro Costa)
20. The Look of Silence (Joshua Oppenheimer)


Besti filmur, eg havi sæð eftir hesum báðum listum er týski Phoenix í Filmsfelagnum í Havnar Bio. 


Heimildarfilmurin Amy er eisini áhugaverdur, tí hann umboðar eitt slag av filmi, 27 ára gamlar stjørnur, sum liva so hart, at tær doyggja, ið er sloppið inn í biografarnar í spælifilmslongd. Næstur er heimildarfilmurin um Janis Joplin, sum Filmsfelagið vísur í Havnar Bio mikudagin 9. desember kl 20. 


Tann filmur, sum er á listanum hjá Sight & Sound, og sum eg eri allar mest spentur at síggja, er ungarski Son of Saul, sum Filmsfelagið vísur í Havnar Bio mikukvøldið 2. mars, tá starvsfelagin Sólvá Jónsdóttir fer at introdusera henda virðislønta Holocaust film. Og at enda mugu vit sum ríkisdanskarar nevna, at danski Viggo Mortensen er sloppin á heimsns mest kritiska top 10 filmslista við filminum Jauja, sum danskttalandi uppsitari í Argentina.