30.11.15

Pávin poppar í Róm


Tað havi eg ikki hoyrt fyrr. Pávin poppar í Róm og gevur 11 sangir út á fløgu í 55 minuttir. Ella sum download og stroyming á Spotify, ja, við allar tøkni, sum frammi er í dag. Á YouTube skrivar ein Rafik: Cheers pop Francis, even atheists appreciates your music! Music connects people! Eg kundi ikki verið samdari. Nýggja Rolling Stone blaðið, sum kom í dag, ummælir pávasavnið, ið hevur heitið Wake Up! og gevur 3 stjørnur, sum er meir enn Def Leppard fáa á somu síðu. Infallible, lýtaleyst, sigur ummælarin um sangirnar, ella ljóðmyndirnar, hjá 78 ára gamla Frans páva.

Millum og afturvið tónleikinum, sum er rokk, popp og latín, talar pávin til lurtaran á italskum, spanskum, portugisiskum og enskum um frið, virðing, umvørvisvernd og at hjálpa næstanum. Sterku prædikurnar, sum eru tiknar upp í ymsum londum árini 2013-15 er produseraðar av Don Giulio Neroni, sum fyrr hevur gjørt upptøkur við øðrum pávum í Róm. 

Italski tónleikarin Tony Pagliuca, sum hevur gjørt fleiri av løgunum, m.a. einasta enska sangin Wake Up! Go! Go! Forward!, sigur við amerikanska tíðarritið Rolling Stone

- In the Seventies, I founded the prog-rock band Le Orme and topped the charts, toured Italy and U.K. and had the chance to collaborate with international artists like Peter Hammil and David Jackson (Van Der Graaf Generator). During the years, I also made an important journey of faith. When Don Giulio Neroni asked me to collaborate on this CD, I immediately accepted with enthusiasm. Putting my music in the service of the words and the voice of Pope Francis has been a fantastic experience and a very interesting artistic challenge.

Argentiski Frans er fyrsti pávi, sum ikki er føddur í Evropa. Føroyska Wikipedia skrivar um hann, at Frans pávi hevur gjørt vart við seg sum ein fólksligur, einfaldur og vinaligur pávi, og av tí sama er hann ógvuliga vælumtóktur millum fólk. Ofta hava fleiri enn 100.000 fólk verið á torginum sunnudagar, tá pávin heilsar fjøldini. Meir enn 6,6 milliónir fólk sóu og hoyrdu Frans páva í Vatikaninum frá mars 2013, tá hann varð valdur. Til samanberingar sóu og hoyrdu 2,3 milliónir fólk undanmannin Bænadikt páva, skrivar føroyska Wikipedia. 

Pávaligi setlistin, við enskum notum um upptøkustað og tónleik, er hesin: 

1 Annuntio vobis gaudium magnum! (á italskum); 
First greeting from the central loggia of St Peter’s Basilica in Vatican City on 13 March 2013. 
Music: Tu Es Petrus with an insert of Adonai (Jewish traditional prayer)

2 Salve Regina (á spanskum og itlaskum); 
Meeting with young people from Argentina in the Cathedral of St Sebastian, in Rio de Janeiro, Brazil on 25 July 2013. 
Music: Salve Regina

3 Cuidar el planeta (á spanskum); 
Speech during pope visit to FAO in Rome, Italy on 20 November 2014. 
Music: Cuidar El Planeda (Cantico delle creature in Spagnolo)

4 “¿Por qué sufren los ninos? (á spanskum); 
Speech given to young people at St Thomas university in Manila, Philippines on 18 January 2015. 
Music: Jesu dulcis memoria

5 Non lasciatevi rubare la speranza! (á italskum); 
Speech to students of Jesuit schools of Italy and Albania in Vatican City on 7 June 2013. 
Music: Christe Redemptor Omnium

6 La Iglesia no puede ser una ONG! (á spanskum); 
Meeting with young Argentinians at the Cathedral of St Sebastian in Rio de Janeiro, Brazil on 25 July 2013. 
Music: Ubi Carita et Amor, Deus ibi est

7 Wake up! Go! Go! Forward! (á enskum); 
Homily during the closing Mass for the sixth Asian youth day at Haemi castle, South Korea on 17 August 2014. 
Music: Ego sum Resurrectio et Vitam

8 La fe es entera, no se licua! (á spanskum); 
Speech delivered meeting young people from Argentina at the Cathedral of St Sebastian in Rio de Janeiro, Brazil on 25 July 2013. 
Music: Vexilla regis prodeunt

9 Pace! Fratelli! (á italskum);
Invocation for peace, given with Israeli president Shimon Peres and Palestinian president Mahmoud Abbas at the Vatican Gardens, Vatican City on 8 June 2014. 
Music: Veni Sancte Spiritus

10 Santa famiglia di Nazareth (á italskum); 
Family Day prayer at St. Peter’s Basilica square, Vatican City on 27 October 2013. 
Music: Santa Famiglia di Nazareth

11 Fazei o que Ele vos disser! (á italskum og portugisiskum); 
Holy Mass Homily at the Basilica of the National Shrine of Our Lady Aparecida, Brazil on 24 July 2014. 
Music: Ave Maris Stella

Útgevari er Believe Digtal.