24.11.15

Vælkomin á Filmstevnu í Edinburgh!


Diane Henderson, sum er yrkisfotogarfur og hevur lisið foto á Napier Universitetinum, er leiðari, deputy artistic director, fyri altjóða filmsstevnuni í Edinburgh, sum næsta ár verður hildið á 70. sinni. Diane hevur kuraterað framsýningar á Edinburgh College of Art og hevur atkvøðurætt til BAFTA virðislønina og hevur sitið í dómsnevndum á fleiri altjóða filmfestivalum.

- Tað var eftir kríggið, at fólk í Edinburgh tóku seg saman um mentanarligar stevnur í býnum, sum ikki var so krígsraktur sum býir aðrastaðni í landinum. At fagna lívinum og møtast í ymiskleikanum, hevur verið kjarnin tá eins og nú. Tað bleiv til ein International Festival, sum er kurateraður, The Fringe Festival, har øll sleppa við, og so Altjóða Filmfestivalin, sum av fyrstan tíð savnaði seg um heimildarfilm, men nú eisini vísir stuttfilm og nýggjan spælifilm í øllum biografunum í býnum. Og her skulu føroyingar, ið eg veit gera góðan og virðisløntan stuttfilm, verða serliga vælkomnir, uttan avgreiðslu- og tilmeldingargjald, sum annars er galdandi fyri øll onnur, ið sleppa á skránna, sigur Diane Henderson í skotska Filmhúsinum á Lothian Road, sum einaferð var ein kirkja. Filmstevnan er 15.-26. juni í 2016.

Ferðaskrivstovan 62Norður skipar fyri bólkaferðum til filmstevnuna í Edinburgh.