20.12.15

Jólamenn á hestbaki


Í dag sóust jólamenn á hestbaki á Kongabrúnni í Havn. Teir riðu niðan í gongugøtuna, har alt angaði av pannukøku og vanilju. Við sær høvdu teir fullan posa av jólakaramellum at geva Havnarbørnum í øllum alduri.

Á Áarvegnum veittar ein kátur klovnur úr bilinum. Tað er Bubu, sum júst hevur undirhildið í Miðbýnum og nú koyrir avstað til næstu jólauppgávu.  

Fólk eru í góðum lag og allir handlar í miðbýnum hava opið við altskyns tilboðum. Her eru gávur av øllum sløgum og í øllum prísløgum, frá tí, sum næstan er ókeypis, til flottar føroyskar merkivørur fyri meir enn átta túsund. Fantastiskt, men tað verður við tankan. Sjálvdan er so nógv spart, sum akkurát í dag.