Skip to main content

Ommusa jólastjørna


Á síðu 18 í jólabókini hjá Bo Bedre er 75 ára gamla jólastjørnan hjá ommu í Gøtu sett á toppin á træið, sum á næstu síðu fær yvirskriftina Det moderne juletræ. Hon var jarðarmóðir, og undir krígnum fekk hon jólastjørnuna frá bretskum hermonnum í Eysturoynni. Síðani hevur langommudótturin fingið stjørnuna. Nú hevur hon sett hana á træið í jólabókini, sum helst hevur hægsta upplag í Norðurlondum.